Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær, hvussu tú stovnar tær hald og verður ver kundi, eisini um tú tekur eitt nummar við tær frá øðrum veitara. Nú er ikki neyðugt longur at skifta nummar, tá tú flytir til ver. 1. Ver.fo Far inn á ver.fo og vel fartelefonhald í yvirlitinum. 2. Vel hald Á ver.fo fært tú eitt yvirlit yvir øll haldini hjá ver og kanst lesa um kostnaðir, og hvat er íroknað í haldunum. Vel tær tað haldið, ið hóskar best til tína nýtslu. Tá tú hevur valt hald, trýst so á Stovna
10
Embed
Vegleiðing: stovna hald við nummarflytingservice.ft.fo/scripts/customer.fcgi/getAttachment/24683... · Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær,
This document is posted to help you gain knowledge. Please leave a comment to let me know what you think about it! Share it to your friends and learn new things together.
Transcript
Vegleiðing: stovna hald við nummarflyting Hendan vegleiðingin vísir tær, hvussu tú stovnar tær hald og verður ver kundi, eisini um tú tekur eitt
nummar við tær frá øðrum veitara. Nú er ikki neyðugt longur at skifta nummar, tá tú flytir til ver.
1. Ver.fo
Far inn á ver.fo og vel fartelefonhald í yvirlitinum.
2. Vel hald
Á ver.fo fært tú eitt yvirlit yvir øll haldini hjá ver og kanst lesa um kostnaðir, og hvat er
íroknað í haldunum. Vel tær tað haldið, ið hóskar best til tína nýtslu. Tá tú hevur valt hald,
trýst so á Stovna
3. Telefonnummar
Tú ert nú ígongd við at stovna teg sum kunda í ver.
Skriva títt núverandi fartelefonnummar inn og trýst á “vátta við sms”. Eisini um tú hevur eitt
fartelefonnummar frá øðum veitara. Eftirlitstalið er ein váttan fyri, at tú ert eigari av
nummarinum.
Hevur tú ikki eitt fartelefonnummar, so velur tú flykruna “nýtt nummar” og velur tær eitt
nummar, tær dámar.
Tá tú hevur skriva nummarið inn og trýst á “vátta við SMS”, fært tú eini sms-boð við einum
eftirlitstali, sum tú so trýstir inn í linjuna, ið kemur fram.
4. Nummarflyting
Hevur tú nummar frá øðrum veitara, fært tú ein kassa upp við upplýsningum um
nummarflyting, tá tú flytir eitt nummar frá øðrum veitara.
Tá tú skiftir eitt nummar frá øðrum veitara, taka vit okkum av øllum samskiftinum við
veitaran.
Tú mást hava eitt nýtt sim-kort. Sim-kortið kanst tú fáa í øllum Telebúðunum ókeypis ella við
at keypa eitt á sølustøðum kring landið.
5. Skriva eftirlitstalið inn
Eftirlitstalið við 4 tølum, sum tú hevur fingið sendandi í einum sms-boðum, skal skrivast inn í
linjuna, sum kemur fram, eftir at tú hevur trýst á “vátta við sms”.
6. Teigurin verður grønur, tá eftirlitstalið er skrivað rætt inn.
7. Kundaupplýsingar
Á hesi síðu skulu tínar kundaupplýsingar skrivast inn.
Minst til at upplýsa ein teldupostbústað, tú brúkar javnan, tí vit senda tær týdningarmiklar
upplýsingar til hendan teldupostbústaðin. Teldupostbústaðurin er eisini títt brúkaranavn, tá
tú ritar inn á “mítt ver”.
Loyniorðið, tú velur tær, skal hava 8 tekn. Vilt tú sleppa undan at minnast loyniorðið, so
kanst tú brúka Facebook at rita inn við.
Áðrenn tú fert víðari, mást tú lesa og góðtaka viðskiftatreytirnar hjá ver. Tað gert tú við at
seta flugubein í “eg góðtaki viðskiftatreytirnar”.
Minst til at melda teg at fáa teldupost um tíðindi og tilboð, so vit kunnu senda tær teldupost,
tá vit hava nýggj tíðindi ella okkurt gott tilboð til tín.
8. Gjaldkortupplýsingar.
a. Skriva kortnummarið inn – tað eru tey 16 tølini framman fyri á kortinum
b. Skriva mánað og ár fyri nær kortið gongur út – tølini framman fyri skrástrikuna er
mánaðurin og tølini aftan fyri strikuna er árið - t.d. (05/20)
c. Skriva eftirlitstølini inn – eftirlitstølini eru 3 tey síðstu tølini á baksíðuni, beint uppi
yvir tínari undirskrift
d. Trýst ok – og tín gjaldsavtala er klár
Mánaðargjald, gjald fyri tænastur og áfyllingar á tína ver-kontu, verður trekt av gjaldkortinum.