Fjølmiðlar, (á enskum “mass media”) er sett saman av “fjøld” og “miðil” (á enskum “mass” og “medium”) Ein fjøld er ein rúgva ella ein “massi” av fólki. Ein miðil, er eitt tól, ið menniskjuni nýta at samskifta við. Øll hava sínir persónligu miðlar, ið fevna um røddina, málið, skriftina og handbrøgd. Men vit hava eisini aðrar miðlar. Fylkingar, stovnar og felagsskapir, ið syrgja fyri at fólk kunnu samskifta yvir longri strekki. Um tú skalt fortelja fólki eina søgu, so stillar tú teg ikki út í garðin at rópa, tí at so hoyra bara nøkur heilt fá fólk teg. Nei, tú hevði sett hana í Dimmalætting ella lagt hana út á Portalin, tí at tú veist at fólk lesa Dimmalætting og Portalin. Miðlar eru bara eitt samskiftistilfeingi, ið loyvir fólki at samskifta við fleiri fólk í senn, her av navni fjølmiðlar. Vit hava fleiri sløg av fjølmiðlum, og vit deila teir í tveir høvuðsbólkar. Prentaði miðilin: Bøkur Bløð og blaðgreinir Tíðarrit og tílíkt Elektroniski miðilin: Sjónvarp (sjónbond) Útvarp (ljóðupptøkur) Alnótin Hvat eru fjølmiðlar? Verkætlan ’10 Bogi Berg, Rani Kyster og Tór Marni Weihe 8. - 13. mars 2010 Innihaldsyvirlit : Hvat eru fjølmiðlar 1 Ung sum søluvøra 2 Tali– og skrivifrælsi 2 Ávirkan av fjølmiðlum á ungdómin 3 Fjølmiðlar í gerandisdegnum 4 Fjóðra statsvaldið 5 Sjónvarpið—Tann mest brúkti miðilin millum ung 6 Uppgávan hjá fjølmiðlum 7 - Tór Marni Weihe [email protected]Hvat er ZappMedia? 4 Uppgávan hjá fjølmiðlum 6
ZAPP er eitt blað, ið serliga er ætla ungum. Tór Marni Weihe, Bogi Berg og Rani Kyster hava sniðgivið, skriva og prentað blaðið. Blaðið kemur út einaferð um mánaðan.
Welcome message from author
This document is posted to help you gain knowledge. Please leave a comment to let me know what you think about it! Share it to your friends and learn new things together.
Transcript
Fjølmiðlar, (á enskum “mass
media”) er sett saman av
“fjøld” og “miðil” (á enskum
“mass” og “medium”)
Ein fjøld er ein rúgva ella ein
“massi” av fólki. Ein miðil, er
eitt tól, ið menniskjuni nýta at
samskifta við. Øll hava sínir
persónligu miðlar, ið fevna
um røddina, málið, skriftina
og handbrøgd. Men vit hava
eisini aðrar miðlar. Fylkingar,
stovnar og felagsskapir, ið
syrgja fyri at fólk kunnu
samskifta yvir longri strekki.
Um tú skalt fortelja fólki eina
søgu, so stillar tú teg ikki út í
garðin at rópa, tí at so hoyra
bara nøkur heilt fá fólk teg.
Nei, tú hevði sett hana í
Dimmalætting ella lagt hana
út á Portalin, tí at tú veist at
fólk lesa Dimmalætting og
Portalin. Miðlar eru bara eitt
samskiftistilfeingi, ið loyvir
fólki at samskifta við fleiri fólk
í senn, her av navni fjølmiðlar.
Vit hava fleiri sløg av
fjølmiðlum, og vit deila teir í
tveir høvuðsbólkar.
Prentaði miðilin:
Bøkur
Bløð og blaðgreinir
Tíðarrit og tílíkt
Elektroniski miðilin:
Sjónvarp (sjónbond)
Útvarp (ljóðupptøkur)
Alnótin
Hvat eru fjølmiðlar?
Verkætlan ’10
Bogi Berg, Rani Kyster og Tór Marni Weihe 8. - 13. mars 2010
youtube er ein miðil. Alt tað, sum onkursvegna kann fortelja tær nakað ella samskifta við teg, er ein miðil. Vit hava okkara egnu miðlar. Teir eru røddin, málið, skriftin og handbrøgdini. Tískil er Facebook eisini ein miðil. Facebook er tað sum man kallar ein sosialur miðil. Har skriva fólk
á vegg sín, og dagføra harvið vinfólk síni um ymisk persónlig viðurskifti.
Tað vil siga, at fjølmiðlar eru næstan altíð ein partur av okkara gerandisdegi.
Fjølmiðlar í gerandisdegnum
Sum sæst á myndini, verða fjølmiðlar altíð nýttir. Heima við í hús, á ferð, til arbeiðis og í skúla. Teir mest vanligu fjølmiðlarnir eru sjónvarpið, útvarpið, fjølmiðlabløð og alnótin. Men fartelefonin, lummateldan, teldan— ja,
Zapp Media er ein verkætlan, ið vit tríggir Bogi Berg, Rani Kyster og Tór Marni Weihe hava smíðað, í sambandi við verkætlanarvikuna í Tórshavnar Kommunuskúla. Evni okkara er “Ung og fjølmiðlar”, og hava vit í hesum sambandi gjørt av at gera eitt blað, og so eina heimasíðu afturat (www.zappmedia.blogspot.com).
Hvat er ZappMedia
Vit halda, at fjølmiðlarnir ikki umboða yngra ættarliðið nóg væl, og tí kannaðu vit hetta. Úrslitini vóru sum vit høvdu væntað. Heili 63% hildu at ungdómurin ikki er nóg væl umboðaður í fjølmiðlunum. 23% søgdu seg ikki vita, og 14% hildu at ungdómurin er nóg væl umboðaður.
Ein virkin blaðheimur er alneyðugur, um eitt demokrati skal virka. Men blaðheimurin hevur eisini ótrúliga ábyrgd at umsita uppgávuna so gott sum tilber. Fyrr vóru tíðindabløð ofta heft at ávísum politskum flokkum. Í Føroyum vóru 5 tíðindabløð, ið ávíkavíst vóru bundin at hvør sínum politiska flokki. Fólkaflokkurin hevði blaðið ”Dagblaðið” knýtt at sær. “Dimmalætting” stuðlaði Sambandsflokkinum. “Sosialurin” stuðlaði Javnaðarflokkinum, “Tingakrossur” var knýttur at Sjálvstýrisflokkinum og “14. september” var blaðið hjá Tjóveldisflokkinum. Soleiðis er tað ikki longur. Nú eru størstu bløðini í Føroyum,
Dimmalætting og Sosialurin, og umboða tey ikki longur ein ávísan politiskan flokk. Nú eru flestu bløðini kring heimin málgagn fyri allar politiskar hugsjónir og sjónarmið. Men hettar hevur eisini ført við sær eitt nýtt frumevni, ið fjølmiðlarnir verða noyddir at taka atlit til. Sølutøl. Tí royna journalistar ofta at grava fram stórtíðindi, so at teir kunnu selja fleiri bløð. Hettar hevur elvt til, at eitt nýtt metingarstøði til tíðindi. Nú verður ein tíðindastubbi ikki einans mettur eftir, um hann er revelevantur samfelagsliga. Hann verður eisini mettur eftir, um hann fer at selja nakað, og skaffa hægri lurtara og hyggjaratøl.