Top Banner
16

Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

Mar 15, 2016

Download

Documents

Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sum doyði í 2011, er hátíðarhald i Norðurlandahúsinum sjálvan føðingardagin. Hetta ritið inniheldur m.a. skránna fyri dagin og kvøður til høvundan.
Welcome message from author
This document is posted to help you gain knowledge. Please leave a comment to let me know what you think about it! Share it to your friends and learn new things together.
Transcript
Page 1: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

JENS PAULIHEINESEN80 ÁR

Skrá og kvøðuri t

Page 2: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

JENS PAULI HEINESEN HEIÐRAÐUR Á 80 ÁRA DEGNUMHátíðarhaldRithøvundurin Jens Paul i Heinesen doyði 1 9. jul i 201 1 . Í sambandi við, at hann hevði fyl t 80ár tann 1 2 . november í ár, verður høvundurin heiðraður og l jós varpað á skaldaverk hansaravið einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á sjálvum føðingardegnum - við tónleiki ,kórsangi , sjónleiki , dansi , upplestri , pal lborði o.ø. Umframt hetta eru eisini onnur ti l tøk,nevnd niðanfyri .

BókaútgávaForlagið Sprotin endurútgevur sjálvan føðingardagin stórverkini "Á ferð inn í eina óendal igasøgu" (tær fyrstu fýra bøkurnar av sjey) í einum bindi í skreytútgávu og "Tú UpphavsinsHeimur I , I I og I I I " í einum bindi . Møguleiki er fyri at ogna sær tey fyrstu eintøkini av hesumverkum eftir JPH í Norðurlandahúsinum útgávudagin.

BókasølaBókamiðsølan og Sprotin skipa fyri sølu av bókum hjá JPH í Norðurlandahúsinum í forhøl l ini .

Framsýning við ymsum lutum frá lívi JPH'sUppi á í Athøl l ini er framsýning við bókum, handri tum, heiðursbrøvum o.ø. forkunnugumsýnislutum, originalpermumyndirnar ti l útgávurnar hjá Sprotanum, sum sonur JPH' s Janus áHúsagarði hevur gjørt, mynd av málningi av JPH hjá Thomas Michael Smith oggipsbringumynd av JPH hjá l istamanninum Andreas Andreasen o.a.

Filmssýning og talgild myndarøðDokumentarurin "Ei tt dýpi av dýrari tíð", sum Gul la Øregaard gjørdi ísv. 70 ára føðingardaginhjá JPH, verður vístur í Norðurstovu. Upptøkur við umrøðu hjá bókmentafólki av skaldskapiJens Paula Heinesens verða vístar í Vesturstovu. Talgi ld myndarøð við myndum úr l ívssøguJPH' s verður víst í Eysturstovu.

Skrá og kvøðuritEl in Brimheim Heinesen savnaði ti l far, orðaði og setti hetta ri tið upp. Føroyaprent hevurprentað.

FyriskipanFami l jan hjá Jens Paula Heinesen stendur fyri hátíðarhaldinum saman viðRithøvundafelagnum, Tjóðpal l i Føroya, Sprotanum, Bókamiðsøluni , Norðurlandahúsinum ogøðrum. Stigtakari og fyriskipari er El in Brimheim Heinesen.

StuðlararStuðlað ti l takinum hava Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Norðurlandahúsið ogprivatir gevarar.

Tú kanst eisini stuðlaFyri at tryggja skaldskapinum hjá hjúnunum Maud og Jens Paula Heinesen framhaldandi l ív,er ein serl ig konta stovnað, har ti l ber at lata peningagávur at stuðla endamál inum, sum er atspara upp ti l fígging av endurútgávum, umsetingum og marknaðarføring av verkum eftir teybæði .

Konta at seta gávupening inn áKonta í BankNordik: 6460-364.980.8

2

Page 3: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

SKRÁ FYRI HÁTÍÐARHALDIÐ1 9.30-1 9.35 Hátíðarhald í Skálanum, niðara hæddin í Athøl l ini . Frásøgumaður: Suni

Merkisstein. El in Brimheim Heinesen, dótti r JPH' s, innleiðir haldið.

1 9.35-1 9.40 Kórið Tarira hevur frumframførslu av lagnum "Heystnáttin". El inBrimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting ti l yrking efti rJPH. (Sí s.1 2 ). Sunleif Rasmussen stjórnar kórinum.

1 9.40-1 9.50 Lisið verður úrval t brot úr stuttsøguni "Faðir og sonur" efti r JPH. Pál lDanielsen lesur.

1 9.50-20.05 Sjónleikarar frá Tjóðpal l i Føroya framføra úrval t brot úrsjónleikinum "Søgur úr Krabburð" efti r JPH. Hans Tórgarð ogBárður Persson spæla.

20.05-20.1 0 Yrkingin "Hvat vi l t tú?" hjá JPH (Sí s.1 3 ) verður l isin, meðan genta dansarti l ein einsl igan floytutóna. Pál l Danielsen lesur. AndreaHeindriksdótti r spæl ir "Sici l iano" hjá J .S.Bach á floytu. Jona KirstinThomsen dansar.

20.1 0-20.20 Sjónleikarar framføra úrval t brot úr sjónleikinum "Hvønn stakkinskal eg fara í" efti r JPH. Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdótti rspæla.

20.20-20.25 Kórið Tarira hevur frumframførslu av lagnum "Sóleyan". El inBrimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting ti l yrking efti rJPH (Sí s.1 5 ). Sunleif Rasmussen stjórnar kórinum.

20.25-20.40 Steðgur - har kaffi, te og smákøkur eru at fáa.

20.40-21 .20 Pal lborð við fýra bókmentafólkum, sum tosa um teirra fatan av JPHog skaldskapi hansara. Turið Sigurðardótti r er orðstýrari .Pal lborðsluttakarar eru Malan Marnersdótti r, Heðin M. Klein ogMartin Næs.

21 .29-21 .25 Lagið "Ei tt dýpi av dýrari tíð" verður framført við El ini BrimheimHeinesen sum sangsol isti , kórinum Tarira og tónleikabólki viðFinnur Hansen, klaver, Leivur Thomsen, guitar, Edvard NyholmDebess, kontrabass, Angel ika Nielsen, viol in, og Tóri RestorffJacobsen, cel lo. (Sí s.1 4).

2 1 .25-21 .30 Kvøldið endar við felagssangi , har lagið "Dimmið" verður sungiðvið orðum eftir Christian Matras og lag efti r Jógvan Waagstein.

FRAMSÝNING, FILMSSÝNING OG BÓKASØLA1 7.00-22 .00 Framsýning, mynda- og fi lmssýning uppi á í Athøl l ini , umframt

bókasøla í forhøl l ini .

3

Page 4: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

HVÍ VARPA LJÓS Á JENS PAULA HEINESEN?Endamálið við hátíðarhaldinum á 80 ára føðingardegi JensPaula Heinesens er fyrst og fremst at varpa ljós á ein avokkara allarstørstu og bestu rithøvundum, umframt árúgvismikla skaldaverk hansara, sum í stóran mun hevurríkað føroysku tjóðina og styrkt samleika føroyinga.

Skaldskapur Jens Paula lýsir l ivaða l ívið, serl iga í føðibygdhansara og ikki minst í høvuðstaðnum, har høvundurinbúleikaðist mesta av l ívi sínum.

Gunnar Hoydal hevur skrivað soleiðis: "Her luktar, her angar,her fæst upp í lógvarnar og mi l lum fingrarnar av myndum, soat lesarin hugsar: um einaferð øl l skjøl fóru fyri skeyti , iðgreiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hettaskaldaverkið stó efti r, so vistu vit kortini fyri al la tíð, hvussutað var at l iva og vera ti l hesi árini í hesum landi . "

Bókmentafrøðingar og onnur hava í ymsum høpi mettgóðskuna í fleiri verkum eftir Jens Paula á hædd viðheimsbókmentir. Hóast Jens Paul i mest skrivar um sítt egnaheiml iga umhvørvi í skaldskapi sínum, lýsir hann eisinialmennmenniskjansl ig fyribrigdi á meistarl igan hátt, sum øl lkunnu kenna seg aftur í. Nevnt hevur verið, at hevði Jens Paul iskrivað t.d. á enskum mál i , hevði skaldskapur hansarahugsandi fingið væl størri útbreiðslu kring um í heiminum.

Skaldskapurin hjá Jens Paula fekk ikki ta al tjóða viðurkenning,meðan høvundurin var á l ívi , sum hann helst hevur uppiborið.Efti rtíðin fer kanska í størri mun enn samtíðin hjá Jens Paula atvirðismeta skaldskap hansara.

Men hetta hendir ikki , um øl l givin høvi ikki verða nýtt ti l atvarpa l jós á tær perlur, sum Jens Paul i legði efti r seg, tí ídagsins tøkni l iga kunningarhurl ivasa er ikki lætt at vekja ansum skaldaverk, l íkamikið á hvussu høgum støði tey eru.

Sum ein l íti l tøkk fyri tað valaverk, sum Jens Paul i lat úrhondum ti l gleði og gagns fyri okkum onnur í langa tíðframyvir, verður hann nú heiðraður við einum hátíðarhaldi á80 ára føðingardegi sínum, sum hann tíverri ikki náddi atuppl iva sjálvur.

Haldið skal varpa l jós á Jens Paula Heinesen og skaldskapinhjá honum og vejka ans, so fleiri – eisini tey yngru ættarl iðini– kunnu fáa eyga á verk høvundans og kanska eisini fáa hug atdrekka úr bikarinum við l ívsjáttandi , sansavekjandi ogsamleikaskapandi íblástri , sum Jens Paul i so gávumildur býttiút í l ivi tíð síni .

Hesa fragd kundi ein unt nógv fleiri fólkum at uppl iva. Tí havafólk, ið halda nógv um Jens Paula Heinesen og skaldskaphansara, tikið stig ti l hetta ti l tak.

4

Page 5: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

1 2. november 201 2 endurútgevur Forlagið Sprotin

Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGUFyrsti partur - Bind I-IVJens Pauli Heinesen

Um skaldsøgunaSkaldsøgan Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU byrjar við, at ein kona, sum kanska erein huldukona, lokkar 3 ára gamla drongin Hugin burtur í haga nakrar dagar. Henda løgnahendingin fylgir Hugini al lan vegin, ti l skaldsøgan endar, tá Hugin er um 30 ára gamal .Karmurin um søguna er heimbygdin hjá Hugini , Fagridalur. Hóast Hugin rýmir hagani sumungur og búleikast í Havn og í Keypmannahavn, miðsavnar hugur hansara seg al tíð umbarndómsins dal , Fagradal .

Drongurin Hugin veksur upp og er øðrvísi enn aðrir dreingir í bygdini . Hann lesur nógv, oglongu í ungum árum fyl l i r tað, at skriva, ein stóran part av l ívi hansara. Júst bardagin hjáHugini fyri at kunna halga sær skaldskapin er í skaldsøguni skrivaður inn í ei tt størri høpi , harbæði stórar søgul igar hendingar og gátuføri kærleikin gera innrás í l ívið hjá Hugini .Skaldsøgan Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU er í stóran mun ein tíðarmynd viðlýsingum serl iga av krígsárunum og teim ógvusl igu broytingum, sum 2. veraldarbardagi førdivið sær í føroyska samfelagnum.

Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU kann fatast sum ein útlegging av einum hei lumsamfelag, men skaldsøgan miðsavnar seg um tað, sum er uttanfyri samfelagið: tannfremmanda, droymaran og serl iga skaldið. Hugin berj ist fyri at bl íva viðurkendur sumrithøvundur í einum umhvørvi merkt av trongdskygni , kúgan og gamalkristnum hugmyndumum, at tú ikki mást drekka, roykja, banna, dansa el la fara við gentum. Pennurin gerst vápnHugins móti valdinum og valdandi hugmyndunum í samfelagnum, men er eisini fyrst ogfremst lyki l in ti l viðurkenningina og vegurin aftur ti l barndómsverðina fyri tað afturl ítandiskaldið.

Skaldsøgan Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU er sjeybind, um 1 200 síður ti l longdar. Søgan er í tveimum pørtum.

Fyrsti partur snýr seg um barndómsárini hjá Hugini :Bind I : Nú ert tú mansbarn á foldum (1 980)Bind I I : Lýsir nú fyri tær heimurin (1 981 )Bind I I I : Leikur tín er sum hin l jósi dagur (1 982 )Bind IV: Markleys breiðist nú fyri tær fold (1 983 )

Annar partur snýr seg um ungdómsárini hjá Hugini :Bind V: Ei tt dýpi av dýrari tíð (1 984)Bind VI : Í andgletti (1 988)Bind VI I : Bláfel l i (1 992 )

Brot úr skaldsøguni»Forfedrar okkara høvdu handað okkum søgur um trøl l og niðagrísar og alskynshugfarsskrímsl sum ein tingakross ættarl ið av ættarl iði . Hesin arvur lá nú í mær sum einpartur av tí farmi , eg bar gjøgnum tíðina. Hann var vissul iga ikki tungur at bera í dagslýsi ,men sum eg lá har á strondini mi l lum svøvn og vøku, sá eg í l jósmálanum myturnar hjáforfedrum mínum koma upp ímóti mær og skola inn yvir meg í bylgjum av angist, ið eisinihøvdu verið teirra. Har á strondini tíðleysu hittust vi t, ættarl iðini øl l , í somu angist jagstrað avsomu fornverum og somu ósjónl igu fíggindum.«

5

Page 6: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

»Einki fór eg at kvitta frá nøkrum. Eg fór burtur eina stund, og so fór eg at koma aftur. Ogharumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna,goggukassarnar og teir pl iandi skurarnar á flogi , enntá hømil iurnar komu at standaonkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum – eitt núbørkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaðu sum gentur, ið fara í dans. Og egskuldi skriva so inni l iga um al lar luti r, at eisini onnur menniskju fóru at vera góð við teir, sumeg var sjálvur.«

1 2. november 201 2 endurútgevur Forlagið Sprotin

TÚ UPPHAVSINS HEIMUR I-I I-I I IJens Pauli Heinesen

Um skaldsøgunaSkaldsøgan TÚ UPPHAVSINS HEIMUR byrjar ófrættakent við søgninium hvítravnin í Ravnagjógv, ið bæði eigur vísdóm og drápsmannalyndi .Hvítravnurin var einaferð ein ungur maður, hvørs óndu gerðir førdu ti l ,at hann varð umskapaður og dømdur at l iva í myrkrinum í Ravnagjógv íal la tíð. Líka síðani hevur hvítravnurin lei tað efti r menniskjum at súgvasál ina úr í vónini um at verða loystur úr gandinum.

TÚ UPPHAVSINS HEIMUR tekur eitt ódáml igt evni upp, ið hevur sett sín óhugnal iga dám áheimssøguna í 20'ndu øld – fascismuna. Í skaldsøguni eydnast tað fólkaøsaranum Balthasariat vinna sær vald á fólkinum í bygdini Leirun. Bal thasar, ið eins og hvítravnurin eigur vísdómog drápsmannalyndi , vi l hava berghol ti l umheimin og málar fagrar myndir av bygdarinnarstórbæru framtíð, um fólk fylgja honum. Bal thasar fær so við og við eitt einaræðisstýri í lag.Hann vinnur sær vald við at spæla við óttan hjá fólki og mana ein ytri fígginda fram, ið, sumhann sigur, eisini l ivi r ími l lum teirra. Tey intel lektuel lu eru tey vandamiklastu. Øl l , sum ikkivi l ja vera partur í rørsluni , verða bard niður. Men ikki øl l lata seg tøla el la kúga hei l t avyvirvøldini . M.a. treiski lærarin Mathias og ungi forelskaði yrkjarin Theodorus. Bal thasar færsítt berghol , men er ikki glaður, tí hann l ivir best í stríðnum. Berghol ið førir alheimin ti lbygdina, men loysir eisini tað sundur, sum bant bygdafólkið saman. Hetta berghol , sumBal thasar bardist so fyri , máar støðið undan valdið hansara og førir eina rokmikla menningvið sær, ið gerst bani hansara.

TÚ UPPHAVSINS HEIMUR lýsir m.a. , hvat menniskju eru før fyri at gera hvør ímóti øðrumundir trýsti , tá ið rembingar eru, sum í hesum føri , tá ið bygdin Leirun stendur fyri at flyta segfrá avbyrging inn í eina ótrygga broyti l iga framtíð. Júst tá skifti eru, koma ravnarnir, og tá ervandi á ferð.

Skaldsøgan TÚ UPPHAVSINS HEIMUR er um 320 síður ti l longdar. Hon varð upprunal igaprentað í trimum bindum, sum komu út ávikavist í 1 962 , 1 964 og 1 966. Onnur, nógvbroytta, útgáva kom út sum eitt verk í 1 990 og triðja útgáva kemur so nú í 201 2 .

Brot úr skaldsøguni"Jambarfjal l hevði boðað Leirun frá teirri nýggju tíðini . Har kom ein bi lur ti l sjóndar inni í tístappaður við fólki , ein annar, ein triði , ein fjóðri . Fjal l ið spýði bi lar út úr sær, var ein veldigmamma ful l innan av skriðkyktum. Motorsúkklur komu froysandi , bi l snir smádreingir ásúkklum. Har var eingin endi á. Fólk stóðu paff og brustu so út at flenna, so kát og ovfarin

6

Page 7: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

gjørdust tey. Vóru tað bi larnir, ið høvdu lænt fjal l inum mál? Sl íkt l ív og læti hevði ongantíðverið í Jambarbotni hesumegin ævinleikan. . . Leirun var ful l undir angarnar av fólki ,maskinsurran, bensinroyki , bi l tútan, málageipi og látri . Hvørt hús var ful t, hvørt vegastrekkipinnpakkað og læst. "

"Hvørja ferð eg hel l i meg inn ímóti tær, so brúsar ungdómur tín um meg og ger meg ti l einasamansnerkta fornaldarleivd. Tínir rundu, mjúku, reyðu kjálkar. Ongar foyrur eru at síggja áenni tínum. Hár títt er l ivandi og frískt, tennirnar hvítar og sterkar og eygu tíni klár sum taðklárasta vatn. Eingi ár nerva teg. Vík frá mær, satans ungdómur. Eg vi l einki hava við ungdómat gera. Eg vi l einki vi ta av hesi sorg, sum tú plágar meg við. Eg vi l beina fyri henni við at takaungdómin og vakurleikan frá tær. Hygg, legg teg niður fyri føtur mínar, so skal eg trakka áteg, eg skal dálka teg, eg skal klóra kjálkar tínar, so teir verða l jóti r og skruvuskotnir, eg skalskræða teg sundur, eg skal sorla tín ungdóm við at klúgva teg í tvey . . . klúgva teg í tvey . . . "

SAGT UM JENS PAULA HEINESEN OG SKALDSKAP HANSARA

"Jens Paul i Heinesen er einahelst Føroya virknasti ri thøvundur. Samanrenningin av treiskni ,góðvarni og einum ómetal igum arbeiðshugi hevur ti l í dag lagt úti við fjøruti bøkur efti r seg.Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen ti l ein av fremstu høvundunum íføroyskum bókmentum, tað er sanni l iga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja eintumma halda kósina eitt langt l ív. Tað hevur al la virðing uppiborna."

Jógvan Isaksen

"Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og mi l lum fingrarnar av myndum, so atlesarin hugsar: um einaferð øl l skjøl fóru fyri skeyti , ið greiddu frá hesum tíðarskeiði íFøroyum, men bara hetta skaldaverkið stóð efti r, so vistu vit kortini fyri al la tíð, hvussu taðvar at l iva og vera ti l hesi árini í hesum landi . "

Gunnar Hoydal

"Vi møter en ful lbåren dikter både i den intime næroplevelse og som fabulator i størreformat."

Johan Borgen

"Hans novel ler är som "ett drama som stiger upp ur havet, ett universum ute i världshavet." . . .Och ju mer man läser desto mer förvånad bl i r man över at Jens Paul i Heinesen inte av denläsande al lmänheten räknas ti l l de stora nordiska berättarna. Ty det är han."

Ingmar Svedberg

"Hoyrdi Maud lesa søguna "Ein einsl igur floytutóni" upp í Útvarpi Føroya. Orðanna farmur,fynd og l jóðfal l rinu við, sum rúsur. Sat at enda sum undir lestri . "

Hanus Kamban

"Tá ið eg sum smádrongur, umleið 1 0-1 2 ára gamal , las tær tríggjar søgurnar í 'Hini vøkrukvirruni ' efti r Jens Paula Heinesen, var tað ein sansavíðkandi uppl iving, eg ongantíð fari atgloyma, tí eg hevði aldrin fyrr, hvørki evnisl iga el la í orðaval i , l i sið sovorðið á føroyskum ogum føroysk viðurskifti . "

Heðin M. Klein

7

Page 8: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

"“Dropar í l ívsins havi” ei tur ei tt av søgusøvnunum hjá Jens Paula. Í bókmentum okkara úr20. øld fara fleiri av verkum hansara at gl i tra og glampa sum væta í skyggjandi sól . "

Árni Dahl

"Í "Á ferð inn í eina óendal iga søgu" fór Jens Paul i Heinesen av álvara inn í skaldsøguprosainaog samstundis út um ' fiktión' og inn í føroyska mental i tetssøgu. Við hesari skaldsøgu kundihann eisini siga: skaldsøgan er mín! Hann sprongdi so nógv onnur mørk. Líkasum fiktióninikki var nóg mikið, vóru sálarfrøðin, heimspekin og vísindin yvirhøvur bara hjálpartól ílýsingini av eksistensinum. Og sekteriskar − rel igiøsar sum verðsl igar − ideologi i r, sum vi l japersað menniskjað inn í ein tronga og fremmandagera tað frá sær sjálvum, fingu hann at gerapennin ti l vápn. Men tað eru kortini ikki hesar markspreingingar, sum standa týði l igastar, táeg síggi bl ídl iga og kenslusama andl i t Jens Paula fyri mær aftur − al tíð við einarieksistentiel lari viðmerking og ævigt sjálvironiska smíl inum. Nei , tað er tað, at Hugin ongantíðnáddi niðan á Bláfel l i , sum alt Jens Paulasa høvuðsverk og meistaraverk ringir seg um. Tað eral tíð eitt Bláfel l i , har ti lveran blánar, fel lur og verður ti l , ávegis móti endaloysinum. Bláfel l i ervið á ferðini , og viðhvørt kenst tað, sum hvíl i eg við fjal sins fót. "

Bergur Rønne Moberg

"Líka síðani eg sum ungur av álvara fór at lesa føroyskan skaldskap, hevur Jens Paul iHeinesen verið mín kærasti vinur. Ongastaðni í føroyskum bókmentum finnur tú vakrari ogsannari lýsingar av ungari ást enn hjá honum."

Alexandur Kristiansen

"Vaknaði ein morgun og hoyrdi flygi l tónar; 7-8 ára gamla ommudótti r mín sat og vandi “Ei ttdýpi av dýrari tíð”. Hetta var størsta undurið."

Guðrið Helmsdal

"Ein hin størsta gleðin var, tá eg fekk bókina ”Nú ert tú mansbarn á foldum” at lesa íføroyskum í framhaldsdei ldini . Eg fór undir at lesa al t, sum Jens Paul i Heinesen hevur skrivað.Her var søgan um einstaka menniskja og ikki ein roynd at skriva eitt nýtt tjóðarepos, men einmoderna krýnika um menniskjað sjálvt í 20 øld. Her var eingin glansmynd av fortíðini ábygd, eingin forlorin pastoral friðsæla, men eitt kensluborið menniskja kal lað Hugin og øl ltey, hann kendi , sum formaðu hann og tíðina, hann l ivdi í. Sum útiseti hugsar tú nógv umheim og heimloysi , og hvat er heim og, sum týskarnir siga, ' heimat' . Kom at hugsa um taðaftur í dag, tí eg var á Cinemateket í Keypmannahavn á bókasavninum har. Har eru stórarfi lmbøkur sum eitt arkiv yvir 20indu øld. Og hvat var Jens Paul i annað enn søguskrivarin um20indu øld? Har var ein myndabók um týsku sjónvarpsrøðina Heimat. Mest rørandi løtan fyrimeg - mi l lum nógvar aðrar í teimum tríati spæl i fi lmunum, sum Heimatrøðin er - var, tá hinungi Hermann kom "heim" aftur efti r at hava brúkt al lan sín ungdóm í útlegd frá síniføðibygd, ið eisini er lagnan hjá føroyskum ungdómi. Tá møtir hann bygdarkronikørinum,nærum sjálvum minninum - tí fámælta og kanska einfalda - Glasisch sum sigur: "Du hast dichüberhaupt net verändert, Hermännchen¨. Í hesum l iggur fráferðin, tapið av einum hei lumroyndarheimi og distansan mi l lum heimin og heimið hjá Glasisch, og hvussu ein sjálvur slettikki er hin sami – sjálvt um støðini síggja út ti l at vera tey somu, eru tey ikki eins, tí tú ertbroytt og skal t ongantíð gerast hon, tú vart, tá tú fórt. At møta bókunum hjá Jens Paula hevural tíð verið sum at møta einstakl inginum, har hann er, ein sum ikki fjal i r seg í mongdini sumeitt kol lektivistiskt bygdarfrel l , ei tt 'massamenniskja' el la ei tt kjal laramenniskja, men sum einsterk og vøkur rødd mil lum mannabørn á foldum. Sum at møta minninum um, hvørj i vi tvóru. Heimat er søgan um týskarar og teirra dreymar. Í mun ti l hetta er eingin, sum kemurhesum so nær, sum Jens Paul i Heinesen, at vera okkara kronikørur um einstakl ingin í 20. øld.og l ívið í Føroyum í farnu øld."

Kim Simonsen

8

Page 9: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

"Vit vóru vinmenn; hann kal laði meg "vinmannin". Tá ið eg var á læraraháskúla íKeypmannahavn, búði eg í Vendersgade, men flutti (sjálvur gásadalslærari ) ti l einaGásadalsfami l ju at búgva. Harvið lá fyri at fáa Jens Paula betri innivist í Keypmannahavn.Hann arvaði Vendersgadehøl ið efti r meg; og nú lá eisini betur fyri hjá mær at hitta hann.Maud kom eisini ti l Keypmannahavnar, og vit trý komu nógv saman, vóru m.a. einminni l igan, hugnal igan og drúgvan gongutúr á Vesterbro. - Jens Paul i og aðrir lærarar vórumisnøgdir við bókmentati l farið í føroyskum. Vit, ymiskir lærarar, settu okkum tí fyri at fáabetri ti l far, og fjøl ri tað lesi ti l far varð eisini býtt út ti l realskúlanæmingar. Jens Paul i var primusmotor, tað er einki at taka seg aftur í. Men tey gomlu hi ldu efti r. Endin varð, at Jens Paul i varðinnlagdur við magasári , hann spýði blóð. Men hann kom tíbetur aftur fyri seg. Nýggjalesibókarøðin varð ful l førd at enda."

Jeffrei Henriksen

"Tað kann vera so mangt at taka fram, tá tað besta efti r Jens Paula skal lýsast, tí hann fevnirvíða í skaldskapi sínum. Verkið, sum eg kortini al tíð vendi aftur ti l , er “Nú ert tú mansbarn áfoldum”, sum jú er fyrsta bókin í teirri stóru endurminningarrøðini . Hon er fyri mær perlan íri tverkinum eftir Jens Paula Heinesen. Tann heimsmyndin, sum hesin l ítl i l jósi knokkurinbaksast við at fata og ogna sær, er lýst so hjartanemandi og við meistarl igari innl ivan ítankaverðina hjá einum smádrongi á bygd í tríatiárunum."

Guðrun Gaard

"Hvussu ofta havi eg ikki sníkt meg aftaná Sámal Mathiasi út fram við bakkanumil lveðursnáttina, tá rekaættin kvað?"

Edward Fuglø

“Jens Paul i skrivaði ti l mín innara longsul og dró meg út á eina óendal iga ferð. Hann gjørdistslóðari av at el ta slóðarar og skapti sítt egna. Uttanfyri bøkurnar lærdi eg mannin at kenna ogeri takksamur fyri Yrkjaran úr Selvík og hansara eggjandi dirvi .”

Jústinus Leivsson Eidesgaard

"Vit høvdu veitslu í Rithøvundafelagnum, og eitt, sum gerast skuldi , var at útnevna einheiðursl im. Formaðurin Heðin Klein segði , at felagið hevði gjørt av at útnevna Jens PaulaHeinesen ti l heiðursl im. Nevndin hevði tosað við Maud, og tryggjað sær at hann kom ti lvei tsluna, men avrátt var, at hon einki skuldi siga, og ski l l igt var at hon hevði hi ldið hesaavtalu. Jens Paul i var ovurfegin og bleiv við at endurtaka, at hetta var nakað, sum hannyvirhøvur ikki hevði ímyndað sær skuldi verða sær fyri . "

Zakarias Wang

"Kundi vera samdur el la ósamdur við hann, men ógjørl igt hjá nøkrum at kappast við hann umí verki at l iva upp ti l eginleikarnar hjá einum hugsjónarmanni . "

Ólavur Christiansen

"Jens Paul i var mentamaður sum fáur. Eg prátaði al tíð við henda hugnal iga mann, tá ið eghitti hann í Havnargøtum."

David Johannesen, prestur

"Mestsum hvørja ferð eg sá hann koma gangandi móti mær á gongubreytini – oftast áHoyvíks- el la Gripsvegnum - og áðrenn hann kom tætt ti l mín, men tó so at hann hoyrdi tað,reci teraði eg við týði l igari rødd: “Suðið frá sjónum kemur aldandi við lotinum upp umbakkatromina. . .” Tá brosaði Jens Paul i og segði . “Minnist tú tað enn. . .” Eg plagdi at svara:“Jens Paul i , so leingi sum eg havi mítt minni , fari eg ongantíð at gloyma fyrsta setningin í“Yrkjarin úr Selvík.” - Hóast vi t báðir ikki al tíð vóru samdir um lívsins el la ævinleikansspurningar, talaðu vit báðir al tíð sáttl iga og virði l iga saman á jøvnum føti hvør við annan, so

9

Page 10: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

sum vinir gera. Tá ið hann einaferð leingi lá við brotnum beini , fór eg at vi tja hann. Í somuløtu eg komi innar, ringir telefonin. Samrøðan var ikki stutt – og ímeðan fór eg at hyggja íbókasavn hansara. Mi l lum tær mongu bøkurnar síggi eg Bíbl iuna. Eg tók hana fram og fór athyggja í hana. Eg sá, at hann hevði strikað undir ymsastaðni í Prædikarabókini efti r Salomonkong í Ísrael . Táið hann var l iðugur at tosað í telefonini , hei l saðu vit hvør øðrum – og egsegði við hann: “Eg síggi , at tú lesur í Bíbl iuni ! ” “Ja, tað geri eg,” svaraði hann. “Eg síggi , at túhevur l isið nógv í Prædikaranum og undirstrikað orðið ”Fáfongd”. “Ja, Svenning, al t erfáfongd – eisini tað, sum eg havi skrivað!”

Svenning av Lofti

"Serl iga hava bøkurnar "Á ferð inn í eina óendal iga søgu" verið grípandi at lesa. Hann kannikki lúgva seg frá sínum vakra bygdamál i . Eg havi val t at taka nakrar reglur fram úr bókini"Nú ert tú mansbarn á foldum", blaðsiðu 52 : - Hví ræðist tú okkum? spurdi tann størri . Eg vistiikki , hví eg ræddist, og svaraði ikki . Hann tók í kjálkan á mær og klípti . Fingrarnir vórusaksalopnir, tað sveið efti rí, men eg lat sum einki .- Hvat skulu vit gera við hann, segði tannminni . - Kl íp hann eina ferð aftrat. Hann klípti meg eina ferð aftrat. Ei tt sindur fastari . Teirhøvdu fangað meg, men vistu einki at gera við meg uttan kl ípa og trakka á meg. - Royn at fáahann at gráta, segði tann minni . Men tað eydnaðist honum ikki , eg var handan fyri al t, ið ætgrátur og visti frá sunnudagsskúlanum, at Gud var almáttugur, at hann kundi slætta aldurnar,ganga á sjónum og metta 5 ,000 menn umframt konur og børn. . . . men meg kundi hann ikkiføra yvir hetta mýrulendið."

Oddvør Jacobsen

"Inn kom ein ungur spelkin maður. Hann hugdi brosandi at okkum, setti taskuna á pul tin, ogvið sínari fjálgu rødd segði hann : "Børn míni , tekning er l ist, og nú skulu vit tekna". Og hannfekk meg at tekna. Hetta var í 1 . flokki í kommunuskúlanum í 1 958. Jens Paul i gjørdistdagl igur gestur á verkstaðnum hjá móður míni , sum falsaði og hefti tær fyrstu bøkur hansara.Áðrenn "Tú upphavsins heimur" kom út í bók las eg hana á ørkum, sum lógu í stáplum ágólvinum. Minnist, hvussu eg mól í kl ingur um arkið at lesa, og kom eg tá, sum 1 1 ára gamalinn í bókmentaheimin á mínum egna mál i . Tá var er erpin, tí høvundurin sjálvur hevði veriðlærari mín, hevði fingið meg at tekna og syngja. Ein nýggjur heimur lat seg upp fyri mær."

Heri Jacobsen

“Tað sum eg serl iga minnist aftur á frá mínum skúlaárum í Kommunuskúlanum, var hetta, attú sum barn varð sædd av Jens Paula. Hann kundi við einum glaðlyntum eygnabrosið mitt íeini spælandi rørslu møta tínum eygum og geva tær hesa so virðismiklu kenslu, at tú vartsædd. Nógv ár seinni beyð hann mær at dansa, og fáur mundi vera betri á einum dansigólvienn akkurát hann. Tað var nakað leikandi lætt yvir honum. Hann var eins l ívful lur og gevandisum skaldskapur hansara. Hann var ein einastandi maður og menniskja. Hann steðgaði al tíðá at práta og var so hugnal igur og gevandi at tosa við. Hann hevði og hevur framvegis nógvat geva og stendur sterkt í føroyskum skaldskapi .”

Kirsti Dee Hansen

"Jens Paul i Heinesen, lærari og ri thøvundur var kenslul igur, hugnal igur, søkjandi , lei tandi ,provokerandi , sjarmerandi , vi tandi og skemtandi l i stamaður. Tad ringasta, hann visti , varófræls hugsan og ætlan. Hann var góður fami l jumaður, men ikki ei tt vanl igtfami l jumenniskja. Lív hansara var bókmentir, samfelagsviðurskifti og hansara greinan av tí,sum hann sá og uppl ivdi . Frælsið at vera tann originalur, sum hann verul iga var, láframmal iga. Hann gav í førum i l t av sær ti l tað trongskygni , sum hann uppl ivdi , var partur avtí føroyska samfelagnum. Hann segði mær undir einum av teimum nógvu løtunum, vitprátuðu saman í ti lgongdini ti l fi lmin “Ei tt dýpi av dýrari tíð”, at hann gjørdist lættur og kátur,tá ið hann hitti verul ig l i stafólk, men hann kendi seg einsamal lan, tá ið vinmenirnir TummasNapoleon Djurhuus og Ólavur Michelsen doyðu al t ov tíðl iga. Teir vóru skaldabrøður og

1 0

Page 11: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

samskiftu um bókmentir í nógv ár, tá ið teir vóru ungir og lei tandi . Persónl iga var tað ein gávaat sleppa at tosa við Jens Paula um hansara l ív og hansara arbeiði við bókmentum. Hetta erieg sera takksom fyri . Samstarvið við El ina og Maud Heinesen og fami l juna sum hei ld vareisini sera gevandi . Eg kann ikki lata vera við at halda, at Føroyar er ei tt ov l ítið land ti lprimadonnur, sum l istafólk í stóran mun eru, og eiga at vera. Tíski l eiga vit størsta takksemi ti lhenda úrmæl ing, sum skrivaði og segði okkum frá tí l ívinum, sum her verður l ivað, bæði tá iðgongur við og tá ið gongur í móti . Við takksemi."

Gulla Øregaard

""Rekamaðurin" var helst tann, sum fyrst festi seg í minni mítt. Men Jens Paula lærdi eg atkenna hjá Jeffrei Henriksen í onkrari skemti løtu. Uppl ivingin var framúr jal ig, og vit hava hitstofta síðan. Jens Paula uppl ivdi eg vinsælan, vi tugan og samfelagsáhugaðan, kri ti skan."

Símun av Skarði

"Vit báðir Jens Paul i stóðu við barrdiskin í Klubbanum og prátaðu um nøvn. Vit vóru skjóttsamdir um, at hann heldur skuldið i tið Janus Pál l . Vit flentu. So letur í Jens Paula: - El la taðsuperdanska Ib. Hann skuldi heldur verið doyptur Ib Heinesen. Meiri látur. Ein sera stuttl igurmaður! "

Bjørgfinnur Nielsen

"Sum eg kendi Jens Paul i el skaði hann at syngja og práta, at vera ósamdur og trætast. Menvinmaður var hann al la tína tíð og bestur, tá ið hann las fyri okkum úr ri tverki tínum. "

Bergtóra Hanusardóttir

"Ikki kendi eg Jens Paula persónl iga, hóast faðir mín kendi hann væl . Hinvegin møtti eg JensPaula í skaldskapinum hei l t frá ungum árum, og gjørdist eg beinanvegin bergtikin av honum.Hansara sálarl igu lýsingar av menniskjanum hava havt stóran týdning fyri meg og hava ríkaðmeg uppaftur og uppaftur. Men ongantíð gjørdist skaldskapurin so l ivandi og inni l igur, sum táJens Paul i sjálvur las upp í útvarpinum."

N-Jón Ellendersen

"Ein dagin í 1 971 ringdi Jens Paul i ti l mín – eg arbeiddi í S.H. Jakobsen Radiohandl i – ogspurdi : ”Dugir tú at spæla sjónleik”. Eg hvakk við, tí eg hevði ongantíð hugsað um, at egkanska dugdi at spæla sjónleik. Kortini má Jens Paul i hava vitað el la sæð okkurt. Vit kendusthei l t væl frammanundan, og nú fór eg á pal l in sum høvuðsleikari í ”Uppi í eini eiki lund”. Egvar øgi l iga bangin, tí fyri fyrstu ferð í l ívinum skuldi eg eisini syngja alment. Jens Paul i hevðiumyrkt ”Valsmelodi” hjá Ni l s Ferl in. Sangurin varð ti l ”Lættur í lund”. Jens Paul i fekksjálvsagt yvirtalað svágin, Svenn Brimheim, at spæla guitar, og Svenn og eg mundu helst veratann duo, ið riggaði best ti l júst tað høvið, tí vi t valsaðu væl saman. Vit valsaðu so mikið vælsaman, at hann – Svenn – í samrøðu okkara mi l lum á Rás 2 í 2000 og nakað – fekk yvirtalaðmeg ti l at syngja sangin einaferð aftrat. Svenn setti gui tarbeinið á ein krakk, spældi , og egsang. Akkurát sum í 1 971 . Ótrúl igt! Jens Paul i og eg vóru rætti l iga góðir hvør við annan. Vitvóru vinmenn, hel t eg. Men tað týdningarmesta við míni debut var, at Jens Paul i varkveikjarin hjá mær. Við Eiki lundini ruddaði hann mær slóð ti l leikluti r í fleiri sjónleikum teynæstu árini , hei l t upp í 80’ini . Jens Paul i hevði ál i t á mær, og tað var hann, sum vakti mínáhuga fyri leikl i stini . Takk fyri , Jens Paul i góði , sál i ! "

Sonne Smith

"Sanni l iga legði smádrongurin vesturi í Sandavági sær lagið væl í geyma, væl hugdi hann atsteinstólpuni og grátítl inginum, at bøgarðinum við teimum ótel jandi steinunum, at dal inum,áunum og húsunum, teimum gomlu flagtaktu við tjørubræddum klædningi og teimumnýggju, sum lýsa bjartoygd í øl lum l i tum. Og burturúr spurdist sannur skaldskapur."

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III

1 1

Page 12: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

HEYSTNÁTTINYrking eftir Jens Paula Heinesen,1 951 , Varðin, bd. 31 .Lag: Elin Brimheim Heinesen

Legst á brekkur og varðar,tá dagurin varl iga skýmir,ei tt lag av háðandi myrkri ,ið kemur, tá l jósið rýmir.Deyðin er al tíð kvirrur– tøgn gløðir honum úr eygum.Náttin er hansara látur,ið vekir hamin hjá deyðum.

Livnar í vátum lyngi ,á sýnum og gomlum gøtum.Bøl luti r steinar skakkirvakna á víðum fløtum.Vindar, ið fara og koma,tættar og tungar nætur,suða í deyðum grasi ,sum barnið móðurleyst grætur.

Livnar í svørtum botnum,í homrum og djúpum gjáum.Vitleyst berst móti loftilátur úr tómum kráum.Føðast og farast í hvirlumnáttarl jóð undir fjøl lum.Vaksa í mannahugumti l súsan av ósæddum trøl lum.

Deyðin – hin blánandi ævi– ótaldar glanandi gátur.Á háðandi heystarnáttumhoyrir tú hansara látur.Føtur, ið bangnir ferðastá nátt yvir følnaðar urti r.Rodnar ein kjálki í eystri ,ið blæsur náttina burtur?

1 2

Page 13: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

HVAT VILT TÚ?Yrking eftir Jens Paula Heinesen, 1 962, Varðin, bd. 36

IHvat vi l t tú? Bøkur? Skaldskap?Nei !Lívið? Ja, l ívið vi l t tú,hin unga og æviga framvøkstur,deyðanum vi l t tú ann,týningini , aldurdóminum,ikki storminum,ikki ódnini ,ikki briminum,ið brúsandi ásannar l íviðog loypur ekka á hitt einoygda l iðið.

At vi l ja l ívið! Fátæka menniskja,minnist tú jarðskjálvtan í Agadir,Auschwitz, kennist tú við navnið.

Ja, eg kennist við mína eymd,mínar kloddar, mínar sáru hendur,mína stokkutu vist undir vetrarbreytini .

Eg veit, hvat rødd mín munarí briminum, sum brýturmi l lum Sirius og Koltursnakk,veit at orð míni hvørva í ódninimi l lum Golgatha og Hiroshimaog kódna í storminummil lum Sinanthropus og Goebbels.

I IVeturin bel jar úr látrunumbrýtur inn yvir meg,hygg, nú skolar hann várið upp á sævarmálan,har l iggur tað sum ein krossfiskur,sum ein njararvøttur,sum eitt rognkelsi í taranumog dregur summarið efti r sær.Urðaroksin reyði , nú lýsir hann á grótinum,um eitt bi l kal la børnini á heystið,ohoy, ohoy.

I I ILívið er deyði og dáðsvikræðið, stórt og vesælt,steinstólputi tan og skalvalop.Áh, njararvøttur á sandi ,við hesari tungu vitanhalda vit undirgangin í skákog saman við árstíðunumtreða vit treystl igal ívsins ævigt aldandi ringdans.

1 3

Page 14: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐYrking eftir Jens Paula Heinesen,yrkt á vári 1 954, Varðin bd. 36.Upprunaheiti: Hitt loynda dýpið.Lag: Elin Brimheim Heinesen

So verður sagt av monnumat l ívið er markleys neyðeitt dýpi av gráum døgumog børn, ið biða um breyðKanska er l ívið sorgarlagkanska er l ívið gottog kanska eg ein skínandi dagberi kenslu av myrkari nátt

Í nátt er luftin so rein og klárbládjúp og ísandi køldfoldin hvíl i r í hvítari tøgnog norðlýsið reisi r sær tjøldOg vit mítt er ful t av tonkumá ferð út á víðan vegat finna á miðleysu náttargongdtann vísdóm, ið uggar meg

Men ongan vísdóm eg finniið sigur tey sonnu orðSum bløðandi fuglar fal la teyaftur at hvítari forTó eg veit at dýrgripir finnastog fjalast við gráan eimtá gentur og dreingir spennasum folar í dans og gleim

Tá barmur mín spentur av undranav eydnu, av tungari tráav iva og sorgarløgumEisini , eisini tá: , : vei t eg at l ívið er gávaeitt dýpi av dýrari tíðsum øl l skulu val la ígjøgnumrekast og vi l last inní : , :

1 4

Page 15: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

SÓLEYANYrking eftir Jens Paula Heinesen prentað í stuttsøgusavninum "Aldurnar spæla ásandi", sum kom út í 1 969. Lag: Elin Brimheim Heinesen

Kvøldar á sundi , nátt er í nánd,sól in at havgeiri dregur,nátarnir flúgva at sovandi strond.Minnini hava so kalda hond,ið kínur tær, tá ið tú svevur.

Streymar á sundi , streymar í mærbroddur av drepandi iva,sum melur í kl ingur, bønar um svar.Men dunið út úr gjáunum lærat okkum, ið elska, ið l iva.

Tey spæla bert við okkum, l ívsins kor,tær sælu, lygnandi løtur,nú lombini leika í grønari skor,og heimar smi ldrast við eittans orð,og sóleyan lýsir um fløtur.

Hátíðarhaldið endar við felagssangiTann føroyski yrkjarin, sum Jens Paul i Heinesen mundi hava al larstørstu virðing fyri , varChristian Matras. Tí endar kvøldið við, at sungið verður:

DIMMIÐOrð: Christian Matras. Lag: Jógvan Waagstein

Nú nemur náttin við smærur.Nú dimmir í blánandi l íðum.Nú hoyrist so náttarvarurein meldur av l jódl igum íðum.

Og áin um midnáttartímaslær doyvandi l jóð út um fløtur.Og fólk eins og skuggar rýmaum tún og um døggvátar gøtur.

Og fjal l ið hvíl i st í kvirru.Bert dunið frá dimmilunda.Nú durvar eitt hav í kyrru.Ti l bóla seyðirnir stunda.

Nú blunda blóma og smæra.Nú skýmir um røkur og l íðir.Ein varl igur dráttur í taraNú náttin um oyggjarnar sígur.

1 5

Page 16: Skrá og Kvøðurit til Jens Paula Heinesen

ÚR "LEIKPARTUR MÍN"úr stuttsøgusavninum "Aldurnar spæla á sandi"

"Ein gøta snúði seg niðan á nesið. Hesa gøtuna gekk egdagl iga. Ein kirkjugarður lá á leiðini laðaður úr gróti .

Nógvastaðni var garðurin hvítblettutur av fuglaskitti , ogmi l lum steinarnar høvdu starar og steinstólpur síni

reiður. Grátítl ing og músabróður sá eg eisini og stóðsti l lur og hugdi at hesum elal ítla fugl i . Eg haldi , at eg

smílkaðist, tí hann var so spelkin og bragdl igur ogstøðaðist ikki ei tt sekund. Hesin l ítl i neistin við vel inumbeint upp í loft var so ful lur av áræði og kykum lívi , at

menniskjað, sum stóð og hugdi at honum, mundiskammast ei tt sindur. Al t í einum, sum hann fleyg ogsmeyg, gav hann sær stundir at standa í frið á einumsteini og út úr honum spruttu fagrastu løg so hart ogtónandi , at al lar aðrar fuglarøddir fánaðu burtur. Har

stóð hetta evarska l ítla l ívið mitt í tí strævnagerandisdegnum á einum steini og sang síni fragdarl jóð

fyri vinum og fíggindum og var, sum tann stóri meistarin,vaksin upp um alt, ið ei tur sigur el la ósigur, fagnaður el la

fyrigeving.

TAKKTakk fyri Degningsæl ið.

Takk fyri Yrkjaran úr Selvíkog hví ikki Hina vøkru kvirruna.Takk fyri mín margháttl iga hei la

og Tú upphavsins heim,sum eisini er okkara,

og fyri Gest og sjálvandi fyri Aldurnar spæla á sandi .Stóra tøkk fyri Í aldingarðinum

og Frænir ei tur ormurin, tann goysandi ormin,ið bøl i r oman á hjørtum okkara.

Túsund takk fyri Rekamannin, hin alvísa rekamannin,hini eygu, ið gloymdu at sova,

fyri Dropar í l ívsins havi og skýgginiog Tey telgja sær gudar

og sjálvandi fyri Á ferð inn í eina óendal iga søgu,fyri títt Íkast og ikki

minst fyri sjónleikirnarog løturnar mi l lum teirra

við óendal igari gremjan og girndog ikki at gloyma Tann gátuføra kærleikan

og al t, ið har hoyrir ti l .Ein serstøk tøkk eisini fyri

Eina ódeyði l iga sálog fyri mína skyld

eisini fyri títt minstakomma.

Alexandur Kristiansen