Top Banner
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Løgtingsmál nr. 66/2016: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð Uppskot til Løgtingslóg um Etiskt ráð Endamál og óheftni § 1. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Stk. 2. Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi. § 2. Etiska ráðið er óheft í sínum virki. Virkisøki og uppgávur § 3. Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju. Stk. 2. Harumframt kann ráðið taka til viðgerðar aðrar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum og etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum. § 4. Ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum. Stk. 2. Harumframt skal ráðið upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum. § 5. Ráðið letur úr hondum í minsta lagi eina frágreiðing um árið við støði í § 3 í hesi løgtingslóg. Skipan av ráðnum § 6. Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið eftir hesum reglum: 1) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim. 2) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í 23. februar 2017 Mál: 16/00237-54 Viðgjørt: BL/FJ
16

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

May 08, 2019

Download

Documents

hanhi
Welcome message from author
This document is posted to help you gain knowledge. Please leave a comment to let me know what you think about it! Share it to your friends and learn new things together.
Transcript
Page 1: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Løgtingið

Løgtingsmál nr. 66/2016: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð

Uppskot til

Løgtingslóg um Etiskt ráð

Endamál og óheftni

§ 1. Etiska ráðið hevur til endamáls at

fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar

spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt

virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum

og kommunala økinum. Harumframt hevur

ráðið til endamáls at gera almennar

myndugleikar og borgarar betur førar fyri

at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið

er við til at byggja upp almenna vitan og

førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.

Stk. 2. Etiska ráðið eigur í sínum virki at

leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi

menniskjans, virðing fyri komandi

ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru

og umhvørvi.

§ 2. Etiska ráðið er óheft í sínum virki.

Virkisøki og uppgávur

§ 3. Etiska ráðið eygleiðir gongdina í

samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til

viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar

spurningar um gransking í og nýtslu av

biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur

ávirkan á menniskju.

Stk. 2. Harumframt kann ráðið taka til

viðgerðar aðrar etiskar spurningar, sum

knýta seg til heilsufakligt virksemi á

heilsuøkinum, almannaøkinum og

kommunala økinum og etiskar spurningar

um lívfrøðiliga, medisinska gransking

viðvíkjandi menniskjum.

§ 4. Ráðið ráðgevur Løgtingi,

landsstýrisfólkum og almennum

myndugleikum í etiskum spurningum.

Stk. 2. Harumframt skal ráðið upplýsa

almenningin og taka etiskar spurningar til

umrøðu í almenninginum.

§ 5. Ráðið letur úr hondum í minsta lagi

eina frágreiðing um árið við støði í § 3 í

hesi løgtingslóg.

Skipan av ráðnum

§ 6. Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða

settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða

sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru

tilnevndir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsu- og

innlendismálum setur ráðið eftir hesum

reglum:

1) Landsstýrismaðurin í heilsu- og

innlendismálum tilnevnir formannin í

ráðnum, umframt ein lim.

2) Landsstýrismaðurin í heilsu- og

innlendismálum tilnevnir ein lim eftir

tilmæli frá landsstýrismanninum í

almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá

Kommunufelagnum, ein lim eftir

tilmæli frá landsstýrismanninum í

23. februar 2017

Mál: 16/00237-54

Viðgjørt: BL/FJ

Page 2: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá

landsstýrismanninum í kirkjumálum og

tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku

flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.

Stk. 3. Tey, ið verða tilnevnd í ráðið

sambært stk. 2, nr. 1 og 2, skulu hava innlit

í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig

viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins

virki.

Stk. 4. Limir í ráðnum kunnu ikki sita á

Løgtingi ella í kommunustýri.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin í heilsu- og

innlendismálum skal tryggja, at ráðið

verður samansett við fólki við fjølbroyttum

útbúgvingum og royndum og at umleið

eins nógvir limir av báðum kynum eru

umboðað.

Stk. 6. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum,

verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir

frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt

valskeið afturat. Limir kunnu verða settir

av nýggjum eina ferð.

Stk. 7. Ráðið ásetur sína egnu

fundarskipan.

§ 7. Limirnir í ráðnum fáa fundarpengar og

ferðapening sambært galdandi reglum

landsins.

Stk. 2. Serlig avtala kann gerast um

samsýning til formannin í ráðnum, sum

skal góðkennast av landsstýrismanninum í

fíggjarmálum.

Gildiskoma

§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann

1. september 2017.

Page 3: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn

Tel: +298 304050 • Fax: +298 304025 • E-mail: [email protected]

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

1.1. Endamálið við uppskotinum

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at seta á stovn eitt óheft etiskt ráð, rópt Etiska ráðið.

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum

knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, ið hava ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann

harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum

knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkinum.

1.2. Orsøkir til uppskotið

Tað var í kjalarvørrinum av tí fyrsta reagensglasbarninum síðst í 70-árunum, at stjórnir

ymsastaðni í Norðurevropa fóru undir at seta óheft etisk ráð, sum fingu til uppgávu at viðgera

og ráðgeva í etiskum spurningum úr einum samfelagsligum sjónarhorni. Stóru frambrotini

innan medisinska og lívfrøðiliga gransking og royndir høvdu flutt mørkini fyri tí, ið vit hildu

vera møguligt. Tøkniliga menningin ikki bara flutti mørkini fyri hvat var tøkniliga møguligt,

men hótti við at fara útum etisk mørk, t.v.s. gingu ímóti virðum, sum tilveruliga (eksistensielt)

og mentanarliga vórðu mett ikki at kunna nertast.

Ein onnur kjarnuuppgáva hjá etisku ráðunum kring Evropa hevur verið at fáa skapt áhuga og

orðaskifti um etiskar spurningar í almenninginum. Frakland var tað fyrsta landið, sum setti á

stovn etiskt ráð í 1983 og teimum á baki komu Svøríki, Danmark og onnur. Í dag hava flest øll

lond í Norðurevropa eitt etiskt ráð ella etiska nevnd.

Áhaldandi tøkniliga menningin skapar støðugt fleiri møguleikar, sum aftur hava við sær

nýggjar etiskar spurningar. Føroyar eru partur av hesum veruleika. Kjakið seinastu árini um

ílegugransking í Føroyum og um at kortleggja ílegurnar hjá øllum føroyingum, hevur eisini

eina etiska dimensión. Tað var í hesum høpi, at Løgtingsins Trivnaðarnevnd á vári í 2013 mælti

táverandi landsstýrismanni í heilsumálum til at fara undir at fyrireika eitt etiskt ráð í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum er av teirri fatan, at tað er týðandi, at

spurningar av slíkum slag verða tiknir upp til reiðiliga og dygga viðgerð í føroyska

samfelagnum. Við at seta á stovn eitt etiskt ráð, kunnu vit fáa ein skipaðan pall at hava kjakið

á. Givið er, at grundleggjandi spurningar um bioetikk fara at verða hornasteinurin í arbeiðinum

hjá einum etiskum ráði, og virkisøkið er eisini fyrst og fremst teir etisku spurningar, sum knýta

seg til gransking og nýtslu av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á menniskjur.

1.3. Galdandi lóggáva og lóggáva í hinum Norðanlondunum

Í løtuni er eingin lóggáva í Etiskt ráð í Føroyum. Lóggáva um Etisk ráð er tó í hinum

Norðanlondunum.

Í sambandi við tilevnan av hesum lógaruppskoti hevur Heilsu- og innlendismálaráðið kannað,

hvussu lóggáva um etisk ráð er skipað í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi.

Niðanfyri er stutt frágreiðing um lóggávuna í hesum Norðanlondum.

Í Danmark er etiska ráðið skipað við: “Lov nr. 440 af 9. juni 2004 om det Etiske Råd”. Ráðið

viðger almennar og meginregluligar spurningar, sum hava tilknýti til gransking og brúk av bio-

og ílegutøkni, sum viðvíkja menniskjum, náttúruni, umhvørvinum og mati. Á heilsuøkinum

arbeiðir ráðið m.a. við nøringartøkni, forsturdiagnostikki og brúk av fruktaðum

menniskjaeggum, fosturanleggum og fostrum. Á náttúru- og umhvørvisøkinum arbeiðir ráðið

Page 4: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 4 av 16

m.a. við varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldni og burðardyggari menning. Á matvøruøkinum

arbeiðir ráðið m.a. við spurningum um matvøruframleiðslu. Umframt hetta viðger ráðið aðrar

almennar og meginregluligar etiskar spurningar innan heilsuverkið, biologiska medisinska

gransking viðvíkjandi menniskjum, herundir brúk av nýggjum viðgerðarhættum, nýggjari

diagnostiskari tøkni og nýggjari medisinskari tøkni, spurningar um skráseting, lata víðari og

brúk av upplýsingum um arvaligar sjúkur og eginleikum hjá einstaklingum ella bólkum av

persónum. Ráðið ráðgevur Fólkatinginum, ráðharrum og almennum myndugleikum um

omanfyrinevndu etisku spurningar. Harumframt skal ráðið skapa kjak í almenninginum og

veita upplýsing um omanfyrinevndu etisku spurningar. Ráðið virkar óheft av øðrum

myndugleikum og hevur 17 limir, ið verða valdir 3 ár í senn. Ein fólkatingsnevnd velur 9 limir

í ráðið, ráðharrin, ið varðar av heilsumálum tilnevnir 4 limir, meðan ávikavist

umhvørvismálaráðharrin, ráðharrin fyri matvørur, ráðharrin fyri vísind, teknologi og menning,

og ráðharrin fyri økonomi og vinnumál tilnevna 1 lim hvør í ráðið. Bæði fakfólk og leikfólk

eru umboðað í ráðnum.

Sundhedsministeriet hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum, at tá ið talan er um

“fakfólk” sambært donsku lógini, verður hugsað um fólk, sum hava sítt starv innan økið. Hetta

kann t.d. vera ein granskari innan heilsu-, náttúru- ella umhvørvisøkið. Við “leikfólk” sambært

donsku lógini verður hugsað um fólk við aðrari útbúgving enn júst t.d. granskarar innan

heilsuøkið. Hetta kunnu vera t.d. lærarar, prestar o.o.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur frá skrivstovuni hjá Etiska ráðnum í Danmark fingið

upplýst, at limirnir í ráðnum ikki fáa samsýning, men bert fáa endurgoldið sínar ferðaútreiðslur

í sambandi við virksemið í ráðnum. 8 fólk starvast í løtuni í umsitingini hjá Etiska ráðnum í

Danmark.

Í Noreg er “Bioteknologinemda” skipað við “lov 1993-04-02 nr. 38: om framstilling av

genmodifiserte organismer” (Genteknologiloven) og “lov 2003-12-05 nr. 100: om

humanmedisinsk bruk av bioteknologi m.m.” (Bioteknologiloven). Nevndin viðger spurningar

viðvíkjandi medisinskari nýtslu av biotøkni við virðing fyri tí einstaka menniskjanum,

mannarættindi og integriteti. Nevndin sigur í hesum sambandi m.a. sína áskoðan um

manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, fostur-diagnostikk, ílegukanningar

av føddum og íleguterapi. Nevndin viðger eisini spurningar viðvíkjandi framleiðslu og brúki

av ílegutillagaðum verum, umframt framleiðslu av klonaðum djórum, soleiðis at hesi mál bæði

etiskt og samfelagsliga verða viðgjørd á fullgóðan hátt og í samsvari við meginregluna um

burðardygga menning, uttan heilsu- og umhvørvisligar avleiðingar. Nevndin sigur í hesum

sambandi m.a. sína áskoðan um framleiðslu av klonaðum rygg- og krabbadjórum, og

evnum/tilfari og vørum, sum eru gjørdar av ella innihalda ílegutillagaðar verur. Nevndin skapar

eisini kjak og veitir upplýsing til almenningin og politikarar um økið. Nevndin virkar óheft av

øðrum myndugleikum og hevur 21 limir og 8 eygleiðarar, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Norska

Statsráðið (Statsrådet) setur nevndina, soleiðis at 12 limir og formaðurin verða persónliga

valdir, meðan 8 limir verða valdir eftir tilmæli frá hesum feløgum: Felag teirra brekaðu,

Landbúnaðarfelagnum, Fískarí- og Havbúnaðarfelagnum, Náttúruverndarfelagnum,

Landsfelagnum, Vinnufelagnum og Menningargrunninum. Umframt limirnar í nevndini eru 8

observatørar umboðandi 8 ymisk málaráð. Bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað í nevndini.

Umsitingin hjá “Bioteknologinemda” hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum, at

limirnir í nevndini sambært “Statens Regulativ” fáa ein ávísan tímasats sum samsýning fyri at

sita í nevndini. Í umsitingini hjá “Bioteknologinemda” starvast í løtuni 7 fólk.

Page 5: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 5 av 16

Í Svøríki er etiska ráðið ikki skipað við lóg, men sambært einari stjórnaravgerð

(regeringsbeslutning) frá 1985. Ráðið kallast “Statens medecinsk-etiska råd” (SMER) og

viðger medisinskt etiskar spurningar í sambandi við bæði gransking og viðgerð, sum kunnu

hugsast at hava týdning fyri menniskjaliga integritetin og ávirka virðingina fyri tí einstaka

menniskjanum. Ráðið hevur eisini til uppgávu at skapa kjak og veita upplýsing um medisinskt

etiskar spurningar í málum um gransking og viðgerð, vera bindilið millum vísind, fólkahugsan

og politikarar og skapa dialog millum granskarar og politikarar. Ráðið viðger spurningar út frá

einum breiðum samfelagshøpi. Ráðið hevur frælsi at viðgera teir spurningar, sum ráðið heldur

eru týdningarmiklir. Tó skulu mál um javnrættindi hjá menniskjum og rættur til integritet fylla

nógv í ráðnum. Dømi um mál, sum ráðið viðger eru: Spurningar um ísáðing uttanfyri

menniskjakroppin, fosturdiagnostikk, ílegugransking og deyðshugtakið. Ráðið virkar óheft av

øðrum myndugleikum. Ráðharrin, ið varðar av heilsumálum, setur 7 limir og ein formann í

ráðið, eftir tilmæli frá politisku flokkunum í Svøríki. Limirnir eru bæði fakfólk og leikfólk.

Ráðið kann innkalla onnur sakkøn eftir tørvi í sambandi við viðgerð av málum. Í løtuni eru 10

sakkøn knýtt at ráðnum: 4 serfrøðingar, ið eru tveir medisinskir siðfrøðingar (etikarar), ein

psykiatari og ein viðvíkjandi eldraøkinum. Umframt eitt umboð fyri hvørt av hesum feløgum:

Felag teirra brekaðu, Landslæknan, Læknafelagið, Tænastumenn og Sjúkrarøktarfelagið.

Umsitingin hjá “Statens medecinsk-etiska råd” hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum,

at limirnir í ráðnum fáa eina samsýning á uml. 350 svenskar krónur pr. fund. Hetta sambært

ásetingum í “Komité-ersatningsforordningen”. Í umsitingini starvast í løtuni 3 fólk.

Ísland hevur ikki eitt etiskt ráð, men hevur í staðin eina “Visindasiðanemd”, sum hevur til

høvuðsuppgávu at góðkenna medisinskar granskingarverkætlanir á sama hátt sum okkara

Vísindasiðseminevnd. Umframt at hava hesa uppgávu, hevur nevndin eisini sum uppgávu at

ráðgeva, skapa kjak og upplýsa um biomedisinskar granskingarverkætlanir í sambandi við

menniskju. Í hesa nevnd velur ráðharrin, ið varðar av heilsumálum, 2 limir, harav minst ein er

lækni, innlendismálaráðharrin velur ein lim, sum er løgfrøðingur, mentamálaráðharrin velur

ein lim, ið sum oftast er skúlastjóri, universitetið (Institut for etik) velur ein lim, ið sum oftast

er heimspekingur ella siðfrøðingur (etikari). Harumframt velur landslæknin 2 limir, har annar

er sjúkrarøktarfrøðingur og hin er lækni.

Eisini í Finnlandi er skipan við einari etiskari nevnd. Etiska nevndin er skipað við kunngerð frá

2009 og rópast “Riksomfattande etiska delegationen inom social- och hälsovården (ETENE)”.

Uppgávan hjá nevndini er at viðgera prinsipiellar etiskar spurningar innan almanna- og

heilsuøkið, umframt etiskar spurningar, sum viðvíkja rættindum hjá sjúklingum og klientum,

og at gera tilmælir hesum viðvíkjandi. Í Finnlandi verður lagt upp til, at ETENE eisini setur

sjóneykuna á etisk viðurskifti og vekir samfelagskjak við frágreiðingum, tiltøkum og kunning

um aktuellar etiskar spurningar bæði innan- og uttanlands. Í ETENE sita ein formaður, ein

næstformaður og í mesta lagi 18 aðrir limir og varalimir. Tað er finska Statsráðið, sum tilnevnir

formann, næstformann, limir og varalimir. Tey sum vald verða, skulu hava innlit í etiskar

spurningar innan almanna- og heilsuøkið og skulu umboða tær fatanir, sum eru ráðandi millum

bæði tey, ið lata tænastur og tey, ið fáa tænastur á almanna- og heilsuøkinum. Eisini skal

løgfrøðiligur kennskapur til økið verða umboðaður, eins og gransking innan almanna- og

heilsuøkið og innan etisku spurningarnar á økinum skulu verða umboðaðir í nevndini. Í minsta

lagi fýra av limunum skulu sita i parlamentinum. Limirnir verða settir fyri fýra ár í senn.

Sambært fyriskipanini er eingin serlig samsýning til limirnar, sum tó fáa endurgoldið møguligar

ferðaútreiðslur í sambandi við fundirnar.

Page 6: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 6 av 16

1.4. Samandráttur og nýskipanin við uppskotinum

Sambært hesum lógaruppskoti, hevur Etiska ráðið skyldu til at fylgja menningini á tí bio- og

ílegutøkniliga økinum. Uppgávan hjá Etiska ráðnum er at ráðgeva í etiskum spurningum

viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni. Skotið verður upp, at Etiska ráðið

harumframt skal viðgera almennar og meginregluligar etiskar spurningar á heilsuøkinum og

spurningar, ið snúgva seg um lívfrøðiliga-medisinska gransking í menniskjum. Ráðið skal í

sínum virki arbeiða við virðing fyri tign og friðhalgu menniskjans (integritetur) og hjá komandi

ættarliðum, og eisini við virðing fyri náttúru og umhvørvi.

Etiskir spurningar um nýtslu av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á eitt nú umhvørvið og

náttúruna, eru í fyrstu syftu ikki partur av virkisøkinum hjá Etiska ráðnum. Mett verður, at

virkisøkið hjá Etiska ráðnum verður ov breitt, um hesir spurningar eisini skulu vera partur av

virksemi ráðsins.

Etiska ráðið letur úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tað er týdningarmikið at

undirstrika, at ráðið er óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum ráðið tekur til

viðgerðar innan lógarásettu karmarnar. Ráðið kann eisini velja at taka mál til viðgerðar, sum

borgarar gera vart við. Harumframt er ætlanin, at Etiska ráðið skipar fyri ráðstevnum,

evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Ráðið kann til

dømis savna saman tilfar og kunna um etiskar spurningar við føroyskum áhuga, sum okkara

grannalond hava viðgjørt. Á hendan hátt kann Etiska ráðið virka sum eitt týðandi bindilið

millum vísindi, almennar myndugleikar og fólkahugsan.

Virkisøkið hjá Etiska ráðnum

Virkisøkið hjá Etiska ráðnum er, sum omanfyri nevnt, teir etisku spurningar, sum knýta seg til

gransking í og nýtslu av lív- og ílegutøkni, sum viðvíkja menniskjum. Dømi um mál, sum

Etiska ráðið kann taka upp, eru granskingarverkætlanir viðvíkjandi nøringartøkni,

fosturdiagnostikki ella brúki av gitnum menniskjaeggum og fostrum.

Virkisøkið fevnir somuleiðis um etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsuøkið og

lívfrøðiliga-medisinska gransking viðvíkjandi menniskjanum. Etiskir spurningar í hesum høpi

kunnu vera t.d. sjúklingarættarligir spurningar, sum íkoma í sambandi millum lækna og

sjúkling, etiskir spurningar í sambandi við viðgerð av og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir

spurningar um, nær lívið byrjar, og eisini spurningar í mun til at býta tilfeingið á heilsuøkinum

rættvíst.

Skipan av Etiska ráðnum

Etiska ráðið er óheft. Etiska ráðið verður mannað við níggju ráðslimum, ið verða settir fyri fýra

ár í senn. Sambært uppskotinum setur landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum ráðið

eftir hesum reglum:

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum,

umframt ein lim.

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá

landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum,

ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá

landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku

flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.

Tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og

faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Landsstýrismaðurin í heilsu- og

Page 7: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 7 av 16

innlendismálum skal tryggja, at bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað, og at umleið eins nógvir

limir av báðum kynum eru umboðaðir í ráðnum. Løgtingslimir og kommunustýrislimir kunnu

ikki sita í ráðnum.

Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at starvsfólk verður sett at taka sær av dagligu umsitingini hjá

Etiska ráðnum. Starvsfólk verða sett eftir tilmæli frá formanni ráðsins. Uppgávan hjá

umsitingini hjá Etiska ráðnum verður eisini at fyrireika fundir, ráðstevnur og frágreiðingar hjá

ráðnum.

Fyri at kunna seta seg inn í og viðgera tey evni, ið Etiska ráðið tekur upp og fyri at kunna skriva

frágreiðingar, fyrireika ráðstevnur v.m., verður mett, at tað er neyðugt, at starvsfólkið hjá Etiska

ráðnum hevur útbúgving frá hægri lærustovni.

Landsstýrismaðurin metir tað vera ynskiligt, at Etiska ráðið samstarvar við onnur líknandi ráð,

t.d. Sjúkrarøktaretiska ráðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og

Siðafrøðinevndina hjá Føroyskum Sálarfrøðingum.

Ætlanin er, at lógin skal endurskoðast um nøkur ár, møguliga tá ið eitt skeið hjá Etiska ráðnum

er farið. Hetta fyri at kanna og endurskoða, um ráðið viðvíkjandi uppgávum og samanseting

virkar á nøktandi hátt, ella um broytingar eiga at verða gjørdar.

1.5. Ummæli

Hesi hava fingið lógaruppskotið til hoyringar: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús,

Suðuroyar sjúkrahús, Sjúklingaráðið, Vísindasiðseminevndin, Fíggjarmálaráðið,

Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið,

Heilsutrygd, Talgilda heilsuskipanin THS, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu,

Ílegusavnið, Gigni - Heilsufrøði til børn og ung, Fólkaheilsuráðið, Landsapotekarin,

Læknafelag Føroya, Felagið fyri Yngri læknar, Serlæknafelagið, Føroya Kommunulæknafelag,

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya,

Føroya Tannlæknafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Heilsurøktarafelagið,

Tannrøktarafelagið, Radiografar, Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya biskupur, Prestafelag

Føroya, Róland í Skorini, studentaskúlalærari, Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, Jógvan

D. Hansen, heimsspekingur, Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktaretiska ráðið, Landslæknin,

Granskingarráðið, Umhvørvisstovan, Landsdjóralæknin, Djóraverndarfelagið, Havstovan,

Almannaverkið, Krabbameinsfelagið, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, Samtak,

Føroya Provita, Magistarafelagið, Ráðið fyri brekað, Kommunufelagið og Kirkjuliga

Heimamissiónin.

Feløgini í Samtak mæla til, at ráðið hevur fleiri enn 7 umboð, umboðanin tykist ov avmarkað.

Víst verður á, at umboðanin í etiskum ráðum í grannalondum okkara er munandi størri og

breiðari.

Viðmerking

Til hetta er at siga, at landsstýrismaðurin hevur víðkað um talið í ráðnum til 9 limir.

Almannamálaráðið fegnast um, at sett verður á stovn eitt Etiskt ráð at veita ráðgeving í

etiskum spurningum á heilsuøkinum. Almannamálaráðið mælir til, at kommunurnar, ið veita

tænastur á eldraøkinum, eiga at verða nevndar í serligu viðmerkingunum til § 3. Ráðið vísir

eisini á, at hóast virkisøkið hjá Etiska ráðnum eisini fevnir um málsøkið hjá

Almannamálaráðnum og kommununum, hava hvørki Almannamálaráðið ella kommunurnar

Page 8: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 8 av 16

ein tilmælandi leiklut í mun til at tilnevna limir í Etiska ráðið. Ráðið vísir harumframt á, at

átrúnaður eigur at verða positivt nevdur í § 6, stk. 3 í lógini. Ráðið viðmerkir, at 265.000 kr.

røkka ikki til eitt starvsfólk frá hægri lærustovni, og tí eigur at verða nevnt í viðmerkingunum,

at talan verður um at seta starvsfólk í starv niðursetta tíð.

Viðmerking

Viðmerkingarnar hjá Almannamálaráðnum eru partvíst tiknar til eftirtektar í

lógaruppskotinum, soleiðis at kommunurnar verða nevndar í serligu viðmerkingunum til § 3,

og at nevnt verður í almennu viðmerkingunum, at talan í fyrstu atløgu verður um at seta

starvsfólk í niðursetta tíð.

Almannamálaráðið mælir til, at átrúnaður verður positivt nevndur í § 6, stk. 3 í

lógaruppskotinum. Í § 6, stk. 3 stendur: “innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig

viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki”. Mett verður, at átrúnaður kemur undir hesa

orðing, soleiðis at Etiska ráðið eisini kann viðgera spurningar viðv. átrúnaði. Í serligu

viðmerkingunum til § 6, stk. 3 verður greitt frá, at átrúnaður er partur av virki ráðsins.

Landsstýrismaðurin hevur tikið viðmerkingarnar frá Almannamálaráðnum til eftirtektar

soleiðis, at virksemið hjá ráðnum verður víðkað til eisini at fevna um heilsufakliga virksemið

bæði á sjúkrahús- og almannaøkinum, umframt í kommunala geiranum, og at etiska ráðið

verður víðkað til at fevna um 9 limir, har landsstýrismaðurin í almannamálum tilmælir ein lim

og Kommunufelagið tilmælir ein lim.

Almannaverkið vísir á viðmerkingarnar, sum Almannaverkið hevði til fyrra lógaruppskotið,

ið varð sent Heilsumálaráðnum tann 30. januar 2014. Flestu av hesum viðmerkingum eru tiknar

til eftirtektar í núverandi lógaruppskoti. Av teimum viðmerkingum, sum ikki vórðu tiknar til

eftirtektar tá var, at Almannaverkið tá vísti á, at umboð fyri sosiala vísind og samfelagsvísind

áttu at verið umboðað í ráðnum. Mælt varð tá til, at sosial- og samfelagsvísind skuldi verða

nevnt í § 6 í lógaruppskotinum og mælt varð til, at tey, ið skuldu tilnevnast í ráðið, eisini skuldu

hava innlit í sosial viðurskifti. Annars helt Almannaverkið, at tað var frálíkt, at stig vórðu tikin

til at skipa eitt Etiskt Ráð.

Viðmerking

Ongir starvsbólkar verða nevndir í fyriliggjandi lógarteksti. Ongir starvsbólkar eru nevndir í

lógartekstinum. Viðmerkingin er tikin til eftirtektar soleiðis, at umboð fyri sosial- og

samfelagsvísind, umframt innlit í sosial viðurskifti verða nevnd sum dømi í serligu

viðmerkingunum til § 6.

Granskingarráðið tekur undir við hugsanini um Etiskt ráð. Granskingarráðið fegnast um, at

fleiri av viðmerkingunum, sum tey høvdu, tá ið fyrra lógaruppskotið var til hoyringar, eru tiknar

til eftirtektar í hesum lógaruppskotinum. Granskingarráðið fegnast serliga um, at politisku

flokkarnir, sum hava umboð á Løgtingi, skulu mæla til tríggjar limir, so øll politiska skipanin

fær ávirkan á valið, ikki bert sitandi samgonga. Granskingarráðið metir, at tað í størstan mun

eiga at sita fakfólk í Etiska ráðnum. Mælt verður til, at tað í § 6, stk. 2-6 verður tryggjað, at

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur møguleika at samanseta nevndina við fjølbroyttum

førleikum. Tað kundi verið gjørt við, at partarnir, sum mæla til limir, skulu koma við fleiri

uppskotum, enn tað er tørvur á, so tað eru fleiri uppskot at velja ímillum. Alternativið kundi

verið, at tað ber til hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum at venda aftur til tey sum tilmæla, um

at koma við fleiri uppskotum, fyri at kunna tryggja nóg fjølbroytta samanseting. Eitt annað,

Page 9: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 9 av 16

sum kundi verið umhugsað er at tryggja, at limir ikki samstundis eru í líknandi ráðnum ella

sessum í øðrum høpi, eitt nú í fakfeløgum ella á stovnum.

Viðmerking

Landsstýrismaðurin tekur undir við Granskingarráðnum, at ráðið eigur at verða sett við

fjølbroyttum førleikum. Granskingarráðið metir, at fakfólk skulu sita í ráðnum. Møguliga er

her talan um eina misskiljing. Sambært viðmerkingunum til § 6 verður hugsað um fakfólk, tá

ið talan er um fólk, ið starvast innan økið, t.d. granskarar á økinum. Tá ið talan er um leikfólk

verður hugsað um fólk við aðrari útbúgving, t.d. lærarar, prestar, akademikarar v.m. § 6, stk. 5

í lógaruppskotinum er nú broytt, soleiðis at orðini: “bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað í

ráðnum” eru tikin burturúr lógartekstinum.

Krabbameinsfelagið fegnast um, at Etiskt ráð verður sett á stovn. Felagið metir, at eitt slíkt

ráð fer at skapa umhugsni og fer at seta etisk evnir meira í miðdepilin. Eisini fer tað at skapa

størri vitan, og verður við til at menna eitt størri og betri kjak um hesi evnir.

Heilsutrygd fegnast um, at stig verða tikin til at seta á stovn eitt etiskt ráð í Føroyum. Í

viðmerkingunum á síðu 11 verður víst til, at bæði fakfólk og leikfólk skulu lúka treytirnar í

lógarinnar § 1, stk. 3. Í lógaruppskotinum hevur § 1 bara 2 stk., men Heilsutrygd væntar, at víst

verður til § 6, stk. 3. Tað er rætt, at víst verður til § 6, stk. 3. Mælt verður til, at teksturin verður

rættaður til eftir viðmerkingunum frá Heilsutrygd.

Viðmerking

Lógarteksturin er rættaður til eftir viðmerkingunum hjá Heilsutrygd.

Gigni hevur boðað frá, at Gigni ongar viðmerkingar hevur til uppskotið.

Fiskimálaráðið hevur ikki viðmerkingar til uppskotið.

Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fegnast um, at lógaruppskot er komið um at fáa sett eitt

Etiskt ráð í Føroyum. Felagið harmast tó um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki

verður nevnt í § 6, stk. 2 í lógaruppskotinum. Felagið hevur ta greiðu fatan, at felagið eigur at

hava lógartryggjaða umboðan í Etiska ráðnum.

Viðmerking

Ongir starvsbólkar verða nevndir í hesum lógaruppskoti. Viðmerkingin er tikin til eftirtektar

soleiðis, at sjúkrarøktarfrøðingar verða nevndir sum dømi í serligu viðmerkingunum til § 6.

Føroyskir sálarfrøðingar fegnast um uppskotið. Felagið hevur tó ávísar viðmerkingar til

lógaruppskotið. Felagið mælir til, at § 3, stk. 2 verður víðkað, soleiðis at tað kemur at standa:

“ ... og etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska og sálarfrøðiliga gransking viðvíkjandi

menniskjum.” Felagið fegnast um, at tað nú, í mun til fyrra lógaruppskotið, í viðmerkingunum

til § 3 stendur: “við heilsuøkið verður hugsað um økið, har medisinsk viðgerð ella onnur

heilsufrøðilig viðgerð verður veitt, undir hesum eisini sálarfrøðilig viðgerð”. Felagið væntar tí,

at teirra Siðfrøðinevnd verður ein natúrligur partur av teimum tiltøkum, sum Etiska ráðið setur

í verk. Í viðmerkingunum til § 7 á s. 11 verða ávísir fakbólkar, t.d. læknar, tiknir fram um aðrar.

Hetta metir felagið ikki vera rætt. Um fakbólkar skulu nevnast her, eigur ein serkønur í

siðafrøði at fáa sjálvskrivað sæti í Etiska ráðnum. Felagið heldur eisini, at tað er óheppið, at

politisku flokkarnir á Løgtingi skulu velja limir í ráðið, tí tá verður ivamál um, hvørt ráðið er

óheft. Harumframt metir felagið, at tað eigur at vera eitt fakfólk, ið er formaður í ráðnum.

Page 10: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 10 av 16

Viðmerking

Ongir starvsbólkar eru nevndir í lógartekstinum. Viðmerkingin er tikin til eftirtektar soleiðis,

at sálarfrøðingar verða nevndir sum dømi í serligu viðmerkingunum til § 6.

Felagið mælir til, at “sálarfrøðilig gransking” verður skoytt uppí § 3. Mett verður, at

sálarfrøðilig gransking kann verða partur av lívfrøðiligari, medisinskari gransking. Hesin

parturin av sálarfrøðiligari gransking verður fevndur av § 3. Hetta verður nágreinað í serligu

viðmerkingunum til § 3.

Tannlæknafelagið hevur onga viðmerking til hoyringsskrivið um Etiskt ráð.

Ílegusavnið fegnast um uppskotið og hevur annars ikki viðmerkingar til uppskotið.

Fíggjarmálaráðið boðar frá, at ráðið ongar viðmerkingar hevur til uppskotið.

Klaksvíkar sjúkrahús boðar frá, at sjúkrahúsið ikki hevur viðmerkingar til uppskotið.

Vísindasiðseminevndin viðmerkir, at tað hevði verið betri, um onnur heilsufeløg enn læknar

og sjúkrarøktarfrøðingar peika á limir í Etiska ráðið. Nevndin setur spurnartekin við, um Etiska

ráðið verður politiskt sett, soleiðis at skilja, at landsstýrismenninir, sum seta ráðið, jú umboða

politisku flokkarnar, sum sita við valdið, samstundis sum valið til Etiska ráðið fer fram. Eisini

metir nevndin, at 7 limir í eitt Etiskt ráð í Føroyum er nakað nógv, um vit sammeta okkum við

Danmark, sum hevur 17 limir.

Viðmerking

Í hesum lógaruppskoti eru tað ikki heilsufeløg, ið mæla til limir í ráðið. Tað eru

landsstýrisfólkini, ið tilmæla og seta limir í ráðið. Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um

at víðka talið av limum í ráðnum til 9 limir, soleiðis at ráðið hevur breiðari umboðan av

ymiskum fakbólkum í ráðnum.

Kirkjuliga Heimamissiónin metir, at tað er eitt framstig, at eitt Etiskt ráð verður sett á stovn.

Heimamissiónin viðmerkir annars, at lutfalsliga lága limatalið og avmarkingin fyri leikfólk

tilsamans kunnu gera, at Etiska ráðið verður ov snævurt samansett, og at kjakið tí kann verða

merkt av tí. Mælt verður til eitt hægri tal av limum, har leikfólk eisini eru væl umboðað.

Viðmerking

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at víðka um talið av limum í ráðnum til 9 limir,

soleiðis at ráðið hevur breiðari umboðan av ymiskum fakbólkum í ráðnum, og at

Almannamálaráðið og kommunurnar tilmæla ein lim í part í ráðið.

Kommunufelagið tekur fult undir við, at felagið velur ein lim í Etiska ráðið.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum:

2.1. Fíggjarligar avleiðingar

Mettu fíggjarligu útreiðslurnar av hesum lógaruppskoti eru umleið 559.000 krónur tilsamans í

2018. Í 2017 verður farið undir at velja limir í ráðið og farið verður undir at seta starvsfólk til

Page 11: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 11 av 16

skrivstovuna til at byrja 1. januar 2018. Mett verður ikki, at hetta hevur eyka útreiðslur við sær

í 2017.

Ætlanin er, at Etiska ráðið skal hava eina skrivstovu við starvsfólki, ið kann greina, savna inn

tilfar, skipa fyri kunningarátøkum og tiltøkum og skriva frágreiðingar í samstarvi við ráðið.

Mett verður, at útreiðslurnar til Etiska ráðið og skrivstovuhaldið tilsamans verður umleið

560.000 krónur árliga.

Útreiðslurnar fevna um samsýning, fundarpening, løn til starvsfólk við útbúgving frá hægri

lærustovni og skrivstovuhald annars. Uppskotið leggur upp til, at í Etiska ráðnum verða 9 limir

við formanni. Ráðslimir fáa fundarpening og formaðurin kann fáa serliga samsýning, sum skal

góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Samlaða játtanin til Etiska ráðið kann býtast á leið soleiðis: umleið 138 túsund kr. til ráðslimir

og ferðing, umleið 265 túsund kr. til starvsfólk í heilt ella tíðaravmarkað starv til skrivstovuna,

umleið 60 túsund kr. til vanligt skrivstovuhald og umleið 96 túsund kr. til ráðstevnur,

evnisdagar og kunningarátøk.

2.2. Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga avleiðingin av at seta Etiskt ráð á stovn er, at 9 limir verða settir í ráðið og

skrivstova verður skipað við vanligum skrivstovuhaldi. Í fyrstu atløgu verður sett eitt starvsfólk

í heilt ella tíðaravmarkað starv til skrivstovuna.

2.3. Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri vinnuna.

2.4. Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

2.6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

2.7. Millumtjóðasáttmálar á økinum Lógaruppskotið er ikki tengt at millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava skyldu at fylgja.

Lógaruppskotið fær ikki fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella aðrar avleiðingar við

atliti at millumtjóða samstarvi Føroya.

2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Mett verður ikki, at uppskotið er í ósamsvari við tvørgangandi millumtjóðasáttmálar, harundir

Evropeiska mannarættindasáttmálan ella Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá

einstaklingum, ið bera brek.

2.9. Marknaforðingar Uppskotið elvir ikki til marknaforðingar.

Yvirlit yvir avleiðingarnar av uppskotinum - Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Page 12: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 12 av 16

Fyri landið/

landsmyndug-

leikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri ávísar

samfelagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

Ja Nei Nei Nei Nei

Umsitingarligar

avleiðingar Ja Nei Nei Nei Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei

Avleiðingar í

mun til altjóða

avtalur og reglur

Nei Nei Nei Nei Nei

Sosialar

avleiðingar Nei

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið

knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsu-, almanna- og kommunala økinum í Føroyum.

Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar

fyri at taka støðu í omanfyrinevndu etisku spurningum. Ráðið verður við til at byggja upp

almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.

Etiska ráðið eigur at binda saman vísindi, fólkahugsan og almennar myndugleikar, og eigur í

sínum virki at leggja dent á virðingina fyri tign og friðhalgu menniskjans, virðing fyri komandi

ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi.

Við “tign og friðhalgu menniskjans” verður hugsað um integritetin hjá einstaka menniskjanum.

Etiska ráðið eigur at leggja dent á virðing fyri menniskjans íbornu eginleikum.

Etiskir spurningar viðvíkjandi náttúru og umhvørvi, djórum og gransking í djórum er í fyrsta

syftu ikki partur av virkisøkinum hjá Etiska ráðnum. Mett verður, at virkisøkið hjá Etiska

ráðnum verður ov breitt, um hesir spurningar eisini skulu verða partur av virkisøki ráðsins.

Til § 2

Etiska ráðið er eitt óheft ráð. Hetta merkir, at ráðið – innanfyri lógarinnar karmar – er óheft av

ávirkan uttanífrá, tá ið ráðið skal ráðgeva, lata frá sær frágreiðingar, skipa fyri kunnandi

tiltøkum og ráðstevnum v.m. Tað er sostatt ráðið sjálvt, sum tekur avgerð um, hvørji evni ráðið

skal viðgera, innihaldið í frágreiðingum og raðfestingum sínum v.m.

Page 13: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 13 av 16

Tað er tó møguligt hjá borgarum og almennum myndugleikum at gera Etiska ráðið varugt við

viðurskifti, sum ráðið átti at tikið upp, ella mæla ráðnum til at viðgera ávís evni, men tað er

undir øllum umstøðum Etiska ráðið sjálvt, sum tekur støðu til, um ráðið ynskir at taka hesi mál

til viðgerðar, og hvussu hesi mál verða raðfest í samlaða virkseminum hjá ráðnum v.m.

Til § 3

Uppgávan hjá ráðnum er at eygleiða gongdina í samfelagnum og av egnum ávum taka til

viðgerðar almennar, og fyri samfelagið, prinsipiellar etiskar spurningar, um gransking í og

nýtslu av bio- og ílegutøknifrøði (ella bio- og genteknologi), sum hava ávirkan á menniskju.

Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp á heilsuøkinum eru: granskingarverkætlanir

viðvíkjandi nøringartøkni, fosturdiagnostikk ella brúk av gitnum menniskjaeggum,

fosturannleggum og fostrum.

Umframt hetta kann ráðið taka til viðgerðar aðrar almennar og meginregluligar (ella

prinsipiellar) etiskar spurningar um heilsufakligt virksemi innan heilsu-, almanna- og

kommunaløkið, umframt etiskar spurningar viðvíkjandi lívfrøðiligarimedisinskari gransking í

menniskjum. Við hesum verður serliga hugsað um etiskar spurningar í sambandi við viðgerð

innan heilsuøkið, og um aðra medisinska gransking enn gransking sambært stk. 1, undir hesum

brúk av nýggjum viðgerðarhættum, nýggjari diagnostiskari tøkni, nýggjari medisinskari tøkni,

sálarfrøðiligari gransking ella viðgerð av psykiatriskum sjúklingum.

Etiskir spurningar í hesum høpi kunnu eisini vera t.d. sjúklingarættarligir spurningar, sum

íkoma í sambandi millum lækna og sjúkling, etiskir spurningar í sambandi við viðgerð av og

umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og spurningar í mun til at

býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst.

Við “heilsufakligt virksemi” verður hugsað um økið, har heilsustarvsfólk starvast og har

medisinsk viðgerð ella onnur heilsufrøðilig viðgerð verður veitt, undir hesum eisini

sálarfrøðilig viðgerð. Tað vil siga, bæði heilsuverkið og stovnar innan almannaverkið og í

kommunala geiranum, herundir heimarøkt og røktarheim, har heilsustarvsfólk starvast og veita

medisinska ella aðra heilsufrøðiliga viðgerð.

Í sínum virki tekur ráðið mál upp av sínum eintingum, sum ráðið metir hava almennan og

prinsipellan etiskan týdning í samfelagnum.

Til § 4

Etiska ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum

spurningum. Ráðini eru ikki løgfrøðiliga bindandi, men eru viðvirkandi til, at myndugleikar

fáa sakliga ráðgeving í etiskum málum.

Við “almennar myndugleikar” er at skilja almennar umsitingareindir, sum fremja

lógarútinnandi virksemi hjá landi ella kommunum. Sum dømi um almennar myndugleikar eru

aðalráðini, stovnar undir landsstýrinum og eftirlitsmyndugleikar, kommunur og stovnar undir

kommunum.

Ein týdningarmikil uppgáva hjá Etiska ráðnum er at upplýsa og taka til umrøðu ella skapa kjak

um etisk mál á heilsuøkinum. Hetta soleiðis, at føroyingar kunnu fáa eina breiðari vitan um

etisk mál og samstundis gerast førir fyri at taka støðu í etiskum spurningum umvegis kjak, sum

Etiska ráðið skapar.

Page 14: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 14 av 16

Dømi um uppgávur í mun til hesa grein er t.d., at ráðið skipar fyri ráðstevnum og kjakfundum

um etiskar spurningar og luttekur í kjaki í fjølmiðlunum. Eisini kann ráðið savna inn tilfar frá

etiskum ráðum í londum kring okkum, soleiðis at tilfarið kann umrøðast í miðlum og

aðrastaðni, út frá einum føroyskum sjónarmiði.

Tað er ikki eitt krav, at Etiska ráðið skal vera samt í sínum niðurstøðum. Tað, at ráðið ikki er

samt, kann júst skapa tað fakliga kjakið í samfelagnum, sum tørvur er á.

Til § 5

Etiska ráðið skal lata úr hondum í minsta lagi eina frágreiðing um árið við støði í § 3 í hesi lóg.

Tað vil siga eina frágreiðing innan uppgávuøkið í § 3. T.d. kann ráðið lata úr hondum

frágreiðing um etiskar spurningar viðvíkjandi gransking í og nýtslu av lív- og ílegutøkni innan

heilsuøkið.

Umframt hetta kann ráðið gera aðrar frágreiðingar, temafrágreiðingar o.a. í málum, um orka er

til tess.

Til § 6

Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til

nýggir limir eru tilnevndir. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at seta varalimir í ráðið.

Við orðið: “tilnevnir” í hesi grein er at skilja, at landsstýrismaður tilnevnir, vísir á ella útpeikar

lim í ráðið. Við orðið: “tilmæli” er at skilja, at landsstýrismaður eftir tilmæli ella tilráðing frá

ávísum stovni tilnevnir lim í ráðið.

Ímeðan onnur landsstýrisfólk hava heimild at gera tilmæli til limir í ráðið, hevur

landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum sambært hesum lógaruppskoti fingið

heimildina at seta ráðið.

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið soleiðis:

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum. Hugsað verður

um, at landsstýrismaðurin tilnevnir ein persón, ið hevur innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig

og faklig viðurskifti, herundir átrúnaðarlig og sosial viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins

virki, sum hevur royndir í at seta etisk viðurskifti á dagsskránna og at úttala seg um etisk

viðurskifti.

Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal

hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og

viðgerð innan heilsuøkið. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eitt heilsustarvsfólk við

læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram

viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum.

Landsstýrismaðurin í almannamálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur

hevur kunnleika innan heilsufakligt virksemi á almannaøkinum og/ella sosial- og

samfelagsvísind á almannaøkinum.

Kommunufelagið mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur hevur kunnleika

innan heilsufakligt virksemi innan kommunala geiran, herundir á eldraøkinum.

Page 15: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 15 av 16

Landsstýrismaðurin í vinnumálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur

hevur kunnleika til granskingarøkið.

Landsstýrismaðurin í kirkjumálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur

er prestur.

Politisku flokkarnir, ið hava umboðan á Løgtingi, tilmæla tríggjar limir í ráðið.

Tey, ið verða vald í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig

viðurskifti, herundir átrúnaðarlig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki.

Limir í ráðnum skulu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri.

Tá ið landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið, skal hann tryggja, at ráðið

verður samansett við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av

báðum kynum eru umboðað í ráðnum. Til ber at fáa eina fjølbroytta umboðan av førleikum í

ráðið, og at partarnir, sum mæla til limir, koma við fleiri uppskotum, enn tað er tørvur á, soleiðis

at landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur fleiri uppskot at velja ímillum.

Við “fjølbroyttum útbúgvingum og royndum” verður hugsað um eitt nú granskarar á

heilsuøkinum, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk. Eisini

verður hugsað um aðrar útbúgvingar, eitt nú lærarar, skipsførarar, prestar, filosoffar,

samfelagsfrøðingar, akademikarar, ið hava innlit í etisk, mentanarlig-, átrúnaðarlig-,

samfelagslig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki, og sum hava luttikið alment í

kjakinum viðvíkjandi etiskum spurningum. Limir skulu lúka treytirnar í lógarinnar § 6, stk. 3.

Viðvíkjandi umboðan av báðum kynum, verður tó lógarfest, at umleið eins nógvir limir av

báðum kynum verða umboðað.

Um landsstýrismaðurin ikki fær sett umleið eins nógvar limir av báðum kynum ella ikki fær

ráðið samansett við nóg fjølbroyttum førleikum, ber til hjá landsstýrismanninum, við heimild í

§ 6, stk. 4, at venda sær aftur til tey, ið skulu tilmæla limir í ráðið, við umbøn um, at limur

verður tilmæltur, soleiðis at hesin trupulleiki kann verða loystur.

Viðvíkjandi afturvali av ráðslimum verður skotin upp ein rotatiónsskipan, sum tryggjar, at ikki

øll manningin fer frá ella ikki verður afturvald í senn. Hetta fyri at tryggja framhaldni í

arbeiðinum hjá ráðnum. Tí verður skotið upp, at 4. hvørt ár, tá limir skulu setast ella setast av

nýggjum í ráðið, skulu í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið

afturat.

Limir í ráðnum kunnu verða settir av nýggjum eina ferð, t.v.s. at til ber hjá limum at sita í

ráðnum 8 ár út í eitt.

Ráðið ásetur sína egnu fundarskipan.

Til § 7

Limirnir fáa fundar- og ferðapening sambært galdandi reglum landsins. Í løtuni eru hesar reglur

ásettar í “umfarsskrivi um nevndarsamsýningar”, dagfest 10. januar 1983. Umfarsskrivið er at

Page 16: HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐlogting.fo/files/casestate/16675/066.16 U.t.ll. um Etiskt rad.pdf · manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, ... (Institut for

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Síða 16 av 16

finna á heimasíðuni hjá Lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum. Taksturin fyri fundarpening

er eisini at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.

Serlig avtala kann gerast um samsýning til formannin í ráðnum. Slík avtala skal sambært

omanfyristandandi umfarsskrivi góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Til § 8

Áseting um gildiskomu.

Ætlanin er at fara í holt við tilgongdina at seta Etiska ráðið 1. september 2017. Tá ið ráðið er

sett, skal søkjast eftir starvsfólki til skrivstovuna hjá ráðnum. Miðað verður ímóti, at Etiska

ráðið við skrivstovu kemur at virka sambært lóggávuni pr. 1. januar 2018.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. februar 2017

Sirið Stenberg

landsstýrismaður

/ Turid Arge

Fylgiskjøl:

1. Samtak

2. Føroya Tannlæknafelag

3. Almannamálaráðnum

4. Almannaverkinum

5. Granskingarráðnum

6. Krabbameinsfelagnum

7. Heilsutrygd

8. Gigni – Heilsufrøði til børn og ung

9. Fiskimálaráðnum

10. Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

11. Føroyskum Sálarfrøðingum

12. Ílegusavninum

13. Fíggjarmálaráðnum

14. Klaksvíkar sjúkrahúsi

15. Vísindasiðseminevnd

16. Kirkjuliga Heimamissiónini

17. Kommunufelagnum