Top Banner
ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ EIRARGARÐUR 2 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 TELEFAX 35 40 45 E-MAIL: AHR@AHR.FO Løgtingið - Umsitingin Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Tygara skriv: § 8. Almanna- og heilsumál o.a. 11.1.08.Almanna- og heilsumálaráðið (Rakstrarj.) 1) Hvørji starvsfólk (útbúgving/starvsroyndir) er ráðið minkað við ? Tveir løgfrøðingar (ein ráðgevi, við starvsroyndum fra september 1996 og ein fulltrúi við starvsroyndum frá november 2003) eru farnir úr starvi. Almanna- og heilsumálaráðið hevur lánt ein ráðgeva frá Almannastovuni frá november 2003 til at fyrireika nýggja forsorgarlóg. Hendan avtala gongur út 31.12.2004. Hesin ráðgevin hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi og deildarleiðari á Almannastovuni. 2) Konto 16 er minkað frá Kkr. 555 til Kkr. 155, frágreiðing ? Í 2004 eru avsettar 400 tkr. til elektroniska sjúklingaskrá. Í uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2005 er ein høvuðskonta stovnað til endamálið. 3) Eru alment sett starvsfólk í teimum nevndum, sum landsstýrismaðurin hevur sett, sum varðveita fulla løn og samstundis fáa fundarsamsýning? Í summum nevndum eru alment sett starvsfólk. Almanna- og heilsumálaráðið roknar við, at viðkomandi starvsfólk ikki fáa løn fyri tað tíðarskeiðið, tey eru virkin í hesum nevndum, og at reglur um fundarsamsýning annars verða fylgdar. 11.1.18. Viðlíkahald (Rakstrarj.) 1) Hví er játtanin minkað ? Játtanin til viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum er minkað. Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at tað ber til at minka játtanina, tá ið 35 mió kr. er játtaðar til Landsjúkrahúsið vegna útbygging og umvæling. 2) Fer minkingin at ganga út yvir møguleikan at varðveita bygningarnar? Mett verður ikki, at minkingin fær stórvegis ávirkan á at varðveita bygningarnar. 3) Yvirlit yvir hvørjir bygningar pengarnir verða brúktir til – helst fyri fleiri ár verður ynskt
21

ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

Feb 21, 2021

Download

Documents

dariahiddleston
Welcome message from author
This document is posted to help you gain knowledge. Please leave a comment to let me know what you think about it! Share it to your friends and learn new things together.
Transcript
Page 1: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: [email protected]

Løgtingið - Umsitingin Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn

Tórshavn, tann 19. oktober 2004

J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

Tygara skriv:

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

11.1.08.Almanna- og heilsumálaráðið (Rakstrarj.)

1) Hvørji starvsfólk (útbúgving/starvsroyndir) er ráðið minkað við ? Tveir løgfrøðingar (ein ráðgevi, við starvsroyndum fra september 1996 og ein fulltrúi við starvsroyndum frá november 2003) eru farnir úr starvi. Almanna- og heilsumálaráðið hevur lánt ein ráðgeva frá Almannastovuni frá november 2003 til at fyrireika nýggja forsorgarlóg. Hendan avtala gongur út 31.12.2004. Hesin ráðgevin hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi og deildarleiðari á Almannastovuni. 2) Konto 16 er minkað frá Kkr. 555 til Kkr. 155, frágreiðing ? Í 2004 eru avsettar 400 tkr. til elektroniska sjúklingaskrá. Í uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2005 er ein høvuðskonta stovnað til endamálið. 3) Eru alment sett starvsfólk í teimum nevndum, sum landsstýrismaðurin hevur sett, sum varðveita fulla løn og samstundis fáa fundarsamsýning? Í summum nevndum eru alment sett starvsfólk. Almanna- og heilsumálaráðið roknar við, at viðkomandi starvsfólk ikki fáa løn fyri tað tíðarskeiðið, tey eru virkin í hesum nevndum, og at reglur um fundarsamsýning annars verða fylgdar. 11.1.18. Viðlíkahald (Rakstrarj.) 1) Hví er játtanin minkað ? Játtanin til viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum er minkað. Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at tað ber til at minka játtanina, tá ið 35 mió kr. er játtaðar til Landsjúkrahúsið vegna útbygging og umvæling. 2) Fer minkingin at ganga út yvir møguleikan at varðveita bygningarnar? Mett verður ikki, at minkingin fær stórvegis ávirkan á at varðveita bygningarnar. 3) Yvirlit yvir hvørjir bygningar pengarnir verða brúktir til – helst fyri fleiri ár verður ynskt

Page 2: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 2 av 21

Viðlíkahald hjá Røktarheimum og Serforsorgini er bókað ógreinað. Tølini eru fingin manuelt við at ganga ígjøgnum fakturar. Sagt verður tí frá, at tað kunnu vera ávísar villur í tølunum. Viðlíkahald (í 1000. Kr.) R 2001 R 2002 R 2003 Landssjúkrahúsið 2.889 2.884 2.884 Suðuroyar Sjúkrahús 500 515 515 Klaksvíkar Sjúkrahús 449 466 463 Ellisheim í Vágum 422 294 414 Ellisheim í Klaksvík og Vistarheimið 301 320 557 Ellisheim og Sambýli í Sandoy 50 42 62 Ellisheim í Tórshavn 242 - 85 Ellisheim Lágargarður 181 166 52 Eldrasambýli í Kollafirði 146 34 20 Eldrasambýlið í Vestmanna 8 - Ellisheim Eysturoy 143 327 357 Ellisheim Suðuroy 308 500 340 ellisheim ógreinað 28 41 - 44 Føroya Barnaheim 258 258 Serforsorg, ógreinað 476 53 Verkstaðið Vón 154 156 Pætursgøta 0 Sambýlið Marknagilsvegur 5 - Deildirnar á Eirargarði 18 72 Verkstaðið inni á Bakka Vágur 108 - Sambýlið Vágur 6 2 Umlættingarheim á Mýruvegi Klaksvík 15 Sambýlið Mýruvegur 13 Klaksvík 353 457 Sambýlið í Svanga 24 Tórshavn 72 18 Bústovnurin Runavík 30 14 Bústovnurin Garðsgøta Argir 315 - Verkhúsið Virkni, Berjabrekka 6 122 Sjálvsognarstovnurin Alv - 36 Íalt 6.135 6.941 6.819 11.1.41. Talgild heilsuskipan (Rakstrarj.) 1) Er avgerð um veitara tikin ? Avgerð um veitara er ikki tikin, men verður eftir ætlan tikin í november 2004. Sagt verður frá, at tað eru 4 veitarar at velja ímillum. 20.1.04. Upplýsing og ráðgeving (Rakstrarj.) 1) Til fíggjarlógaruppskotið 2004 setti trivnaðarnevndin fleiri spurningar, sum nevndin ikki fekk svar uppá – hevur landsstýrismaðurin nú møguleika at svara hesum spurningum ? Spurningarnar sum Trivnaðarnevndin vísir til, vóru fylgjandi; 2 )Hvat fæst burturúr Fyribyrgingarráðnum? Sambært Fyribyrgingarráðnum hava hesi tiltøk verið á skránni í 2003:

Page 3: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 3 av 21

• Viðmerkingar til broyting í Rúsdrekkalógini. • Viðgerð av lógini um skúlalækna. • Luttikið í tvørfakligum fundi í Familju- og heilsumálaráðnum, saman við

Mentamálaráðnum, Løgregluni og øðrum. • Verið til fyrireikandi fund við Familju-og heilsumálaráðið um fólkaheilsupolitikk. • Tilmæli til landsstýrismannin um uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum

dopingevnum (hetta var endurtikið í mars 2004)

• Upplýsing til skúlabørn um eitt nú eyðkvæmi, royking, rúsdrekka og onnur rúsandi evni, lívsstílssjúkur, tað at vera við barn sum ung. Henda upplýsing er farin fram á tann hátt, at limir í Fyribyrgingarráðnum hava vitjað í skúlum, ella at flokkar og bólkar hava vitjað í Fyribyrgingarráðnum. Eisini er upplýsingin farin fram við telefon ella við telduposti.

3)Er misbrúkið minkað vegna ráðgeving frá Fyribyrgingaráðnum?

Landsstýrismaðurin hevur sent henda fyrispurning víðari til Fyribyrgingarráðið, og er teirra svar soljóðandi: “Fyribyrgingaráðið varð sett á stovn í 2000 og fór til verka í 2001. Av tí at so stutt tíð er frá liðin síðan tá, og ongar kanningar eru gjørdar hesum viðvíkjandi, ber ikki til at siga, um misnýtsla er minkað vegna ráðgeving frá Fyribyrgingarráðnum”. 4)Frágreiðing um, hvat ráðið brúkar pengarnar til? Fyribyrgingaráðið hevur ein skrivara í føstum starvi og hevur útreiðslur til vanligt skrivstovuhald, til fundarsamsýningar og annað. Eisini hevur ráðið skrivstovuútreiðslur, útreiðslur til heimasíðu og útreiðslur til ymisk tiltøk 5)Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um broytingar ? Landsstýrismaðurin er farin undir at orða ein fólkaheilsupolitikk. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk, sum er mannaður við landslæknanum, formanninum í Fyribyrgingarráðnum, leiðaranum fyri Heilsusjúkrarøktarfrøðingarnar, formanninum í Kommunulæknafelagnum, Pál Weihe, yvirlækna frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, aðalstjóranum og einum fulltrúa frá Almanna- og heilsumálaráðnum. Arbeiðsbólkurin hevur havt tveir fundir, og tann triði verður í næstum. Í sambandi við arbeiðið at orða ein fólkaheilsupolitikk verður eisini hugt eftir, um økið skal skipast bygnaðarliga á ein øðrvísi hátt í framtíðini. 20.1.07. Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu (Rakstrarj.) 1) Hvat verða pengarnir nýttir til – yvirlit fyri fleiri ár ? Tiltøk móti rúsevnismisnýtslu (1000 kr. ) Ár 2001 Ár 2002 Ár 2003 Ár 2004 Glottin 52 Fráhaldsráð 105 30 20 Fráhaldsrørslan 140 110 100 Blái Krossur 300 360 300 280 Íalt 597 500 300 400

2) Hvar er lógargrundalagið ? og eftir hvørjum reglum verður játtanin brúkt ? Einki lógargrundalag er fyri at veita stuðulin. Landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð um, hvussu stuðulin verður latin. Ongar serligar reglur hava verið brúktar sum grundarlag, men innkomnar umsóknir verða viðgjørdar, og stuðulin verður síðani veittur sambært siðvenju. Krav í

Page 4: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 4 av 21

sambandi við stuðulsveitingar hevur verið, at Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið roknskap fyri tiltakið, ið stuðul hevur verið latin til. 20.2.01. Sjúkrakassar

1) Hví veksur játtanin ? Almannastovan umsitur sjúkrakassarnar. Sambært innkomnum metingum frá Almannastovuni vaksa útreiðslurnar hjá sjúkrakassunum um 8%. Seinastu árini hevur árligi vøksturin verið umleið 8%. 2) Hava tær fráboðaðu lógarbroytingarnar onga ávirkan á útreiðslustøðið ? Tann skipanin vit í dag hava um sjúkrakassaískoyti til heilivág, er sum heild tann sama, sum varð sett í gildi í Danmark við Lov om offentlig sygesikring 1. apríl 1973. Í hesi skipan verður ískoytið lutað í tvinnanda bólkar: bólkur 1 = lívsneyðugur heilivágur (75%) og bólkur 2. = serliga týdningarmikil heilivágur (50%). Onki talar fyri, at vit í Føroyum eiga at halda á við at flokka ískoytið í tvinnar bólkar. Tað er tí ikki minni enn tíðarspell at halda ta gomlu donsku ískoytisskipanina á lívi, m.a. tí tað er rættuliga tíðarkrevjandi fyri apoteksverkið. Eisini er tað heldur torgreitt at gera skilnað millum heilivág, ið skal metast sum ávíkavist ”lívsneyðugur” og ”serliga týdningarmikil”. Í Danmark varð farið burtur frá hesi skipan í 1998, tá ið farið var til tað sonevnda ”behovsafhængige medicintilskudssystem”. Sagt verður frá, at Almanna- og heilsumálaráðið í løtuni arbeiðir við at broyta ískoytisskipanina samsvarandi donsku og svensku skipanunum, har sjúkrakassin onki letur í stuðli fyri tær fyrstu umleið 500 kr. Síðani økist ískoytið so líðandi eftir tí tørvi, sum fólk hava á heilivági. Politiska endamálið við eini tílíkari skipan er at lata tey, sum nýta lítið av ískoytisheimilaðum heilivági gjalda meira sjálvi, og so nýta ein størri part av samlaða ískoytinum til tey, sum hava størri tørv. Tó er ætlanin at tillaga ískoytið soleiðis, at tann støðugi vøksturin í heilivágsískoytinum seinastu nógvu árini verður steðgaður. Um hetta eydnast í 2005, er sera torført at meta um longu nú. 20.2.04.Kommunulæknaskipanin (Rakstrarj.) 1) Virksemisyvirlit yvir fleiri ár verður ynskt

Kommunulæknar (í 1000 kr. ) R 2000 R 2001 R 2002 R 2003 R 2004 Lønir 4.109 5.005 5.285 6.318 Annar kostnaður 293 473 747 776 Flyting frá kommunum - 1.027 - 1.369 Íalt 3.375 4.109 6.032 7.094 - Sett størv 27 28 24 23 22 Avloysarar 2 4 5 7 8

Lógargrundarlagið undir kommunulæknaskipanini er Løgtingslóg nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipanina, sum varð sett í gildi sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 um ”sundhedsvæsenet på Færøerne”.

Page 5: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 5 av 21

Sáttmáli varð gjørdur millum Kommunulæknafelag Føroya og Almanna- og heilsumálastýrið í 2000. Í sáttmálanum varð kommunulæknagjaldið ásett, og hvussu tað skuldi hætta frameftir. Somuleiðis ásetti hann nakrar skyldur til Almanna- og heilsumálastýrið, sum ikki hava verið fyrr, sum t.d. at skula rinda løn til hjálparfólk hjá avloysarum, rætt hjá kommunulæknum at fara í farloyvi við løn eftir 5 ár í starvi, frítíðarískoyti, og endurrindan av ferða – og vistarútreiðslum til nærri ásetta skeiðsluttøku. Viðvíkjandi hesum seinasta er talan um eina árliga fasta upphædd til hvønn fastsettan lækna. Henda upphædd verður regulerað 1 ferð um árið. 2000. Við ársbyrjan vórðu sett somu 27 størv, sum við ársenda 1999. Framvegis eru avloysarar í tveimum av størvunum vegna vantandi umsóknir til føstu størvini. Í 2000 vórðu normerað tvey størv aftrat, 1 í Suðurstreymoyar og 1 í Eiðis læknadømi. Orsakað av hølistrupulleikum tók læknin í Suðurstreymoy ikki við starvinum fyrr enn í 2001. Til starvið í Eiðis læknadømi var ongin umsøkjari, sum leyk treytirnar fyri setan. Sostatt vóru framvegis 27 størv sett við ársenda, men nú vóru 30 normerað. 21 av kommunulæknunum høvdu avloysara í summarfrítíðini. Í fleiri førum var talan um fleiri avloysarar til hvønn lækna. 2001 Við ársbyrjan vórðu 27 størv sett, men frá 1. februar vórðu tey 28, tá 9. læknin í Suðustreymoy byrjaði. Í Eiðis læknadømi varð vald ein fyribilsloysn, har ein ávísur lækni avloysti verandi lækna 2 ferðir 2 mánaðir um árið. Í 2001 byrjaðu trupulleikarnir við at fáa kommunulæknar til leysu størvini av álvara at merkjast. Sostatt vóru nú avloysarar støðugt inni í 4 størvum, og tá er Eiði ikki talt við. 20 av kommunulæknunum høvdu avloysara í summarfrítíðini. Í fleiri førum var talan um fleiri avloysarar til hvønn lækna. 2002 Við ársbyrjan vóru bert 24 av nú 30 normeraðu størvunum sett við lækna í føstum starvi. Avloysarar vóru í 1 starvi í Suðuroyar sunnara læknadømi, báðum størvum í Sandoyar Læknadømi, 1 starvi í Norðoya læknadømi og av og á í Eiðis læknadømi. Soleiðis var støðan alt árið 2002. 18 av kommunulæknunum høvdu avloysara í summarfrítíðini. Í fleiri førum var talan um fleiri avloysarar til hvønn lækna. Harumframt høvdu 2 læknar farloyvi við løn 3 mánaðir hvør, og avloysarar vóru inni fyri teir. 2003 Við ársbyrjan vóru sum í 2002 24 av 30 normeraðu størvunum sett við lækna í føstum starvi. Í 2003 fór ein lækni í farloyvi í Suðurstreymoy, og fór í starv í Sandoyar Læknadømi frá 1. september (hann segði seg seinni úr starvinum í Suðustreymoy) 1 lækni gjørdist langtíðarsjúkur frá 1. september. Við ársenda vóru sostatt 23 størv sett við føstum læknum, harav 1 var sjúkrameldaður, og 1 var í farloyvi uttan løn (løgtingslimur). 6 avloysarar vóru inni í skipanini, umframt skipanina á Eiði og umframt frítíðaravloysarar. 2 av avloysarunum vóru fingir gjøgnum vikarbureau. 18 av kommunulæknunum høvdu avloysara í summarfrítíðini. Í fleiri førum var talan um fleiri avloysarar til hvønn lækna. 2004 Við ársbyrjan vóru bert 22 størv sett við føstum læknum. Harav vóru 3 læknar sjúkraskrivaðir, og 1 í farloyvi vegna løgtingsarbeiði. Hetta var støðan fram til 1. apríl, tá 2 læknar vóru sjúkrameldaðir eitt skifti fram til 1. juni. Frá fyrst í juni kom ein sjúkramelding afturat, og frá ultimo juli enn ein. Sostatt var talan um tilsamans 28 "mannmánaðir" læknar eru sjúkrameldaðir í 2004, og hetta svarar til 2, 3 ársverk.

Page 6: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 6 av 21

Í skrivandi løtu (15.oktober 2004) er støðan henda: 20 størv eru sett við føstum lækna, harav eru 2 læknar sjúkrameldaðir, 1 lækni er í farloyvi uttan løn (løgtingsarbeiði), 2 læknar arbeiða ½ tíð (løgtingsmenn), og 10 avloysarar eru inni í skipanini. Frá 1. desember verða 2 av leysu størvunum í Suðurstreymoy sett aftur við føstum læknum, men tá verður so møguliga eitt ósett starv í Runavíkar læknadømi. Sum útlitini eru í løtuni, sær støðan soleiðis út við árslok: 22 størv eru sett við føstum læknum, og tørvur er á avloysarum til 7 + starvið á Eiði. Í 22 av kommunulæknastørvunum hava avloysarar verið í starvi í summarfrítíðini. Í fleiri førum er talan um fleiri avloysarar til hvørt starv.

20.2.05. Útbúgving av yngri læknum (Rakstrarj.) 1) Virksemisyvirlit øll árini Tal av læknum í útbúgvingarstørvum er fyri tíðarskeiðið 2004, 2005 og 2006 væntandi hetta: Útbúgvingarstørv 2004 2005 2006 Útb. mðr. Komm.l. Skeið/ár/lækn

a Turnus 8 9 9 18 6 3 Introduktiónsstarv 2 2 2 12 0 3 Útbúgvingarstarv, psykiatri

1 1 0 24 0 3

Kommunulæknar 7 9 9 60 24 2 Útbúgvingarstørv íalt

18 21 20

Av yvirlitinum framgongur eisini undir teiginum "útb. mðr", hvussu nógvar mánaðir útbúgvingin tekur. Av hesum er ein partur hjá kommunulækna. Harafturat eru kravd skeið hjá læknunum í útbúgvingarstørvum. Hetta framgongur í tí seinasta teiginum "skeið/ár/lækna". Roknað verður við, at 3 turnuslæknar byrja ½ hvørt ár, og at 2 læknar fara í holt við útbúgvingina til kommunulækna hvørt ár. Introduktiónsstørv er ein 1 árs útbúgving, sum kemur eftir turnusútbúgvingina. Tað liggur ikki fast, hvussu nógv slík størv verða á Landssjúkrahúsinum, og av tí at hesir læknar ikki eru í starvsvenjing hjá kommunulæknum, kosta tey lítið meiri enn vanligu læknastørvini á sjúkrahúsinum. Útbúgvingarstørv koma eftir introduktiónsstarvið. Í nýggju skipanini er møguligt at taka ein part av hesum í Føroyum. Í løtuni hava vit ein lækna innan psykiatriina, sum er farin undir hesa serútbúgving, sum sera stórur tørvur er á í løtuni. 2) Hví liggur hendan útreiðslan ikki undir sjúkrahúsunum? Tað er lagt í eina sjálvstøðuga kontu fyri at skilja tað burtur frá sjúkrahúsrakstinum og fyri at geva tí meira ansni. Endamálið við játtanini er at tryggja, at yngri læknar verða útbúnir í Føroyum og at tað ikki er játtanin hjá Landssjúkrahúsinum, sum er avgerandi fyri, um hetta verður gjørt. Tað hevur stóran týdning fyri at fáa læknar til Føroyar í framtíðini, at læknar eisini verða útbúnir í Føroyum.

Page 7: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 7 av 21

Í fyrstu syftu verður lønin rindað av sjúkrahúsinum, og verður hon síðani endurrindað. Higartil hevur Landssjúkrahúsið ikki fingið nakra endurrindan, av tí at Almanna- og Heilsumálaráðið hevur haft ræðisrættin á játtanini. 3)Nærri frágreiðing ynskist Játtanin verður nýtt til at fíggja útreiðslurnar í sambandi við útbúgving av yngri læknum. Tá ið læknarnir eru í teimum skipaðu læknastørvunum á Landssjúkrahúsinum, er lønin fíggjað av játtanini hjá sjúkrahúsinum. Men tá læknarnir arbeiða uttanfyri sjúkrahúsið, hjá kommunulæknunum ella eru á gynækologisku deild, har einki skipað starv er fyri yngri læknar, er tað játtanin fyri útbúgving av yngri læknum, sum fíggjar lønarútreiðslurnar. Somuleiðis verða útreiðslurnar til kravd skeið hjá læknunum fíggjaðar av játtanini. Verða tølini í svarinum til fyrsta spurningin umroknað til, hvørjar útreiðslur verða av útbúgvingarstørvunum - umframt tað, sum Landssjúkrahúsið rindar, tá læknin er í einum av skipaðu størvunum á sjúkrahúsinum, síggja upphæddirnar soleiðis út fyri 2005: Ársv. Ársløn Íalt Turnus, kommunulæknar

3 445 1335

Útbúgving av yngri læknum hjá kommunu-lækna

1,5 500 750

Útbúgving av yngri læknum hjá gynæko-logi

1 500 500

Tænastufrí 0,12 500 60 Íalt, løn 2585 Skeiðsútreiðlur 705 Útreiðslur íalt 3290 Útreiðslurnar til skeið eru roknaðar sambært talinum á læknum í útbúgving og talinum á kravdum skeiðum hvørt ár. Skeið Ferðir/ár Turnus 24 Introduktiónsskeið 6 Útbúgvingarstuðul 3 Kommunulæknar 14 Ferðir íalt 47 Ferð+uppihald pr. skeið, tús.kr. 9 Skeiðsútreiðslur pr. skeið, tús.kr. 6 Útreiðslur íalt pr. skeið, tús.kr. 15 Útreiðslur íalt, tús.kr. 705 20.2.08. Apoteksverkið (Landsf.) 1) Til fíggjarlógaruppskotið 2004 var sagt frá, at ógreið viðurskifti vóru vv. Apoteksgrunninum-eru hesi viðurskifti nú loyst? Nei, men landsstýrismaðurin fer í næstum at taka málið upp á landsstýrisfundi

Page 8: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 8 av 21

20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarj.) 1) Nevndin ynskir ein nærri frágreiðing um vøkstin í játtanini, serstakliga vv.meirútreiðslum í samband við nýbygninginum . Játtanin á fíggjarlógini í 2004 rakk ikki til fulla virksemið í 2004 orsakað av, at virksemið fór ikki í gongd fyrr enn seinni helvt av árinum. Nú er bygningurin latin upp, og neyðugt verður at tillaga játtanina. Tí verður játtanin, sum var í 2004, framskrivað til fult virkemi í 2005. Lønarframskriving 7.842 Rakstur og lønir av nýbygninginum 2.200 Heildarpsykiatri 1.000 Fráboðanartelefonskipan 500 Øktar heilivágsútreiðslur 1.000 Diabetesviðgerð 620 Lymfodemviðgerð 300 Hospice 500 Ferðakarmur, sparing -456 10% sparing í fyrisitingini -569 Inntøkuvøkstur vegna røktarheim -92 Broyting 12.937 2) Nevndin ynskir nærri frágreiðing um sjúkrabilatænustuna í Vágum Eftir at politiski myndugleikin í mai mánaði hevði avgjørt, at ein nýggj skipan skuldi gerast fyri sjúkraflutningin í Vágum, var fundur millum Landssjúkrahúsið og Vága Bjargingarfelag í juni mánaði. Síðani skrivaði Landssjúkrahúsið eitt uppskot til innihaldið í eini komandi loysn. Meginreglurnar í uppskotinum hjá Landssjúkrahúsinum vóru hesi: - Tað eru altíð 2 sjúkraflutningsstarvsfólk á vakt í Vágum. Skipanin verður lík henni í

Eysturoynni, har starvsfólkini hava vakt í eina viku og frí vikuna eftir. - Starvsfólkini verða sett á Landssjúkrahúsinum sum partur av sjúkraflutningstænastuni undir

leiðslu av leiðaranum av sjúkraflutningstænastuni. Tey verða ein integreraður partur av sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum og arbeiða inni á Landssjúkrahúsinum við jøvnum millumbilum fyri at halda seg fakliga dagførd. Tey skulu hava somu útbúgving sum starvsfelagarnir og verða partur av tí fakliga umhvørvinum hjá sjúkrahúsinum.

- Fakliga hevur ein anæstesiyvirlækni á Landssjúkrahúsinum sjúkraflutningsøkið sum sítt ábyrgdarøki og skal vera við í menningini av tænastuni. Yvirlæknin hevur eisini fakligu ábyrgdina av, at heilivágur er í sjúkrabilunum.

- Møgulig luttøka í tyrlutilbúgvingini skal fevna um øll starvsfólk hjá sjúkraflutningstænastuni, soleiðis at tað eru fleiri, sum kunnu luttaka í hesi uppgávuni – tó soleiðis, at tey, sum hava fasta støð í Vágum, eru tey, sum fyrst verða kallað.

Tað skilst eisini av skrivinum frá Landssjúkrahúsinum, at vit fegin vildu hava samstarv við Vága Bjargingarfelag. Tað kann t.d. verða: - Venjingar - Leiga ella keyp av sjúkrabili - Høli - Avloysaraskipan Mitt í september fekk sjúkrahúsið svar frá bjargingarfelagnum, sum kundi taka undir við, at Landssjúkrahúsið var arbeiðsgevari. Felagið ynskir í størri mun at verða ein partur í eini komandi skipan, men tað er ógreitt, hvussu hetta skal verða gjørt. Sjúkrahúsið hevur síðani biðið

Page 9: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 9 av 21

bjargingarfelagið ítøkiliga at lýsa, hvussu tey halda, at ein komandi skipan skal síggja út. Vit vænta skjótt at frætta frá teimum aftur. 20.3.05.Søla av íbúðarbygningum (Løguj.) 1)Er hendan ætlan í samsvari við byggisamtyktina? Arbeitt verður í løtuni við at fáa broytt byggisamtyktina hjá Tórshavnar býráð. 20.3.06. Medicoteknisk tól (Løguj.) 1) Hví er onki brúkt av hesa konto higartil í ár ? Játtanin er avsett til at keypa sjúkrabilar, og bilarnir eru bílagdir til Klaksvíkar og Landssjúkrahúsið, men rokningin er ikki komin. 2) Hví er henda útreiðsla á sjálvstøðugari kontu og ikki bókað undir sjúkrahúsini? Ynski hevur verið um at síggja, hvussu nógv verður nýtt til hetta endamálið og raðfesta keyp av medicotekniskum tólum. 20.3.11. Klaksvíkar sjúkrahús (Løguj.) 1) Hví er hetta undir sjálvstøðugari kontu og ikki partur av viðlíkahaldi? Hetta er ein játtan til stórt umvælingararbeiði á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og sum bert kemur fyri eina ferð. Mett verður tí ikki, at hetta var ein partur av játtanini til viðlíkahald, men skuldi vera játtað serliga til Klaksvíkar sjúkrahús. 20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarj.) 1) Hví minkar henda útreiðsla ikki eftir at nýbygningurin á LS er tikin í nýtslu? Serlæknamanningin á Landssjúkrahúsinum er tann sama, eftir at flutt er inn í nýbygningin. Tað er tískil framvegis neyðugt at senda sjúklingar, sum hava tørv á serviðgerð, sum ikki verður boðin út í Føroyum, uttanlands. Men arbeitt verður við at økja talið á viðgerðum, sum kunnu gevast í Føroyum. Tað er umráðandi, at hetta verður fyrireikað væl og virðiliga, soleiðis at sjúkraviðgerðin verður eins dygdargóð og frammanundan. Hetta verður vanliga gjørt við konsulentavtalum við Ríkissjúkrahúsið. Teir fysisku karmarnir, sum Landssjúkrahúsið nú hevur fingið, bøta nógv um møguleikarnar fyri at gera slíkar avtalur. 2) Hvørjar fyrimunir og vansar eru at hava hesar útreiðslur á sjálvstøðugari kontu í mun til at verða bókað undir sjúkrahúsrakstrinum, ið tað var fyrr? Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum heldur, at tað eru fleiri fyrimunir við, at hesar útreiðslurnar eru á einari sjálvstøðugari kontu. Nevnast kunnu hesir fyrimunir og vansar:

Fyrimunirnir kunnu vera:

• Kostnaðurin á tænastuni verður meira sjónligur • Fyribyrgingin í, at sjúkrahúsini kundu senda sjúklingar (og útreiðslur) millum hvørt annað, um játtanin liggur hjá tí einstaka sjúkrahúsinum • Útreiðslurnar til Serviðgerð uttanlands eru sera skiftandi, og skulu ikki ávirka

játtanina hjá sjúkrahúsunum. • Betri møguleiki er fyri at veita borgarunum eins tænastu.

Page 10: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 10 av 21

Vansar kunnu vera: • Sjúkrahúsini ikki hava somu ábyrgdarkenslu av at nýta útreiðslur á einari

játtan, sum tey ikki hava ræðisrætt á.

20.5.01. Lánsafturgjald 1) Á hvørjum ári verður á fíggjarlógini søkt um eina inntøku, men tá roknskapurin so kemur er eisini útreiðslur á hesa konto. Nærri frágreiðing um hetta verður ynskt og serliga útreiðslurnar. Kommunur gjalda aftur lán, sum tær hava fingið í sambandi við, at heilsumiðstøð verður bygd. Summar kommunur velja at gjalda lánið skjótt niður, og gjalda sostatt eyka avdráttir. Sambært upplýsingum frá Føroya Gjaldstovu er hetta ein bókingarvilla, at rentutilskrivingar skulu verða útreiðsluførdar á hesa kontuna. Føroya Gjaldstova hevur avtalað við landsgrannskoðanina, hvussu hetta verður bókað í 2004. 21.1.04. Almannastovan (Rakstrarj.)

1) Smb. starvsfólkayvirlitinum minkar ALM. við 4 starvsfólkum, men alment er komið fram, at hetta tal er munandi størri – frágreiðing

Á Almannastovuni arbeiða fleiri fólk í parttíðarstarvi, eins og fleiri starvsfólk hava 6 mánaðir uppsagnartíð, tí tey hava verið í starvi á Almannastovuni leingi. Tá ið starvsfólk verða søgd úr starvi, fáa tey løn í uppsagnartíðini, og 12% skal rindast í frítíðarløn av vunnari løn í innvinningarárinum. Av hesum orsøkum ávirka uppsagnirnar í høvuðsheitum ikki lønarútreiðslurnar fyrr enn frá miðskeiðis í 2005. Fyri soleiðis at kunna halda uppskotið til játtan til lønir í FLU2005 hevur verið neyðugt at siga 6 fólkum úr starvi svarandi til 5,5 ársverk, og eitt deildarleiðarastarv verður ikki sett aftur. Í broytingaruppskotinum til fíggjarlógina verður biðið um at fáa broytt starvsfólkayvirlitið samsvarandi. 2) Hvussu sampakkar økta játtanin til EDV við viðmerkingarnar hjá Landsgrannskoðaranum ? Mett verður, at uppskotið til játtan til nýgerð av EDV á tkr. 2.000 í FLU2005 sampakkar væl við viðmerkingarnar frá Landsgrannskoðanini. Tó vísir Landsgrannskoðanin á, at hjá Almannastovuni er langt eftir á mál. Ætlanin er, at VFS skipanin skal byggjast út, so hon eisini fevnir um nýggja dagpengaskipan. Ein kravfesting er í 2002 gjørd til hesa broyting, men kravfestingin verður í næstum dagførd sambært seinni lógarbroytingum. Almannastovan hevur víst á, at stovnurin ikki lýkur krøvini í kunngerð nr. 28 frá 27. februar 2003 um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum og krøvini frá KT forum. Almannastovan hevur fingið longt freistina fyri at lúka krøvini í trygdarkunngerðini til 1. apríl 2005. Landsstýrið hevur samtykt, at peningur verður ikki játtaður stovnum í sambandi við nýggju kunngerðina frá Dátueftirlitinum, men verður umsitið av Vinnumálaráðnum.

21.1.07. Hjálpartólamiðstøðin (Rakstrarj.) Eru tær broytingar, sum landsstýrimaðurin boðaði frá í svari til Trivnaðarnevndina í fjør undir fíggjalógarviðgerðini, framdar ?

Page 11: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 11 av 21

Fyri einum ári síðani var uppskotið hjá táverandi landsstýrismanni, at økisterapiin skuldi verða grundarlagið undir eini skipan, har Heimarøktin yvirtók umsitingina av teimum smáu hjálpartólunum. Sum er, er økisterapi bert sett á stovn í Sandoynni, og 1 økisterapeutur er júst settur í Havn, so royndirnar við skipanini eru ikki so drúgvar enn. Ætlanin er tó, at øll øki skulu hava økisterapi innan fá ár, og peningur er settur av til, at ein økisterapeutur verður settur afturat í 2005. Samráðingar hava verið millum Hjálpartólamiðstøðina/Almannastovuna og Meginskrivstovuna fyri eldri og brekað, og tey fara aftur at samráðast um eitt uppskot til eina loysn. Her eru tó nøkur praktisk viðurskifti, sum skulu koma til sættis, t.d. goymslupláss í økjunum, og spurningurin um, hvussu samskifti og málsgongdin kunnu gerast smidlig. Tað er tí ikki greitt, um umsitingin av teimum smáa hjálpartólunum verður flutt frá Hjálpartólamiðstøðini, ella um talan bara verður um eitt tættari samstarv.

21.1.08. Alv-skúlin (Rakstrarj.)

1) Hvat hendir við ALV-skúlanum ? 2) Til fíggjarlógaruppskotið 2004 upplýsti landsstýrismaðurin, at hann vildi umrøða

spurningin um at leggja skúlan inn undir Mentamálaráðið; hevur landsstýrismaðurin avgreitt spurningin?

Ætlanirnar um at flyta málsøkið ALV-skúlan til Mentamálaráðið eru ikki sleptar enn, og samráðingar eru nú tiknar upp aftur við Mentamálaráðið um málið. Orsøkin til, at skúlin ikki er fluttur til Mentamálaráðið enn, er, at summi viðurskifti viðv. rakstrinum av skúlanum ikki eru avgreidd enn, m.a. er eitt rættarmál um setanarviðurskifti hjá lærarum á skúlanum. Mentamálaráðið ynskir ikki at yvirtaka skúlan, fyrr enn viðurskiftini eru komin í rættlag.

21.1.13.Vanlukkutryggingarráðið Nær verður nýggja arbeiðsskaðatryggingarlógin løgd fyri tingið?

Uppskot til arbeiðsskaðatryggingarlóg verður væntandi lagt fyri tingið um ein mánað. Heimleys Í sambandi við seinastu fíggjalógarviðgerð setti trivnaðarnevndin landsstýrismanninum spurningar um, hvør (land el. kommunur) átti ábyrgdina av teimum heimleysu – hevur landsstýrismaðurin fingið avgreitt henda spurning ? Í mai 2004 avgjørdi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum at seta ein arbeiðsbólk at greiða viðurskiftini viðvíkjandi heimleysum. Í arbeiðsbólkin sita umboð fyri:

• Almannastovuna, sum var formaður • Almanna- og Heilsumálaráðið • Frelsunarherin • Bláa Kross • Føroya Kommunufelag • Kommunusamskipan Føroya

Page 12: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 12 av 21

Fyrsti fundur varð hildin 9 aug. 2004 við luttøku av landsstýrismanninum og aðalstjóranum í Almanna- og heilsumálaráðnum. Arbeiðsetningur Í upprunaliga arbeiðssetninginum var arbeiðsbólkurin biðin um

• at lýsa, hvør er heimleysur • at lýsa, hvør hevur ábyrgd av teimum heimleysu • at lýsa, hvat ábyrgdin fevnir um, t.d búðstaðarviðurskift • at gera uppskot um, hvat slag av bústaði skal standa heimleysum í boði í framtíðini • at gera uppskot til eina lógaráseting/lógarbroyting

Vísandi til tíðarkarmin hevur arbeiðsbólkurin avmarkað arbeiðsetningin til

• at lýsa hugtakið “heimleys” • at lýsa bráfeingistørvin hjá heimleysum • at gera uppskot til loysn ið kann nøkta bráfeingistørvin • at lýsa trupulleikan viðvikjandi uppgávu- og ábyrgdarbýti á økinum

Spurningurin, sum Trivnaðarvnevndin setur um uppgávubýti millum land og kommunu, er viðgjørdur, uttan nøkur endalig niðurstøða er tikin. Arbeiðsbólkurin handar landsstýrismanninum tilmæli fyrst í komandi viku, t.e. vika 44.

21.1.25.Studningur annars 1) Hvat er lógargrundalagið fyri hesum stuðli ?

Onki lógargrundalag er fyri at veita stuðulin. Landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð um stuðulsveitingar. Skjalprógv skal verða fyri, at stuðulin hevur verið nýttur til tað endamálið, sum stuðulin er veittur til. Um talan er um størri ætlanir, sum eisini verða stuðlaðar av øðrum, skal roknskapur sendast til Almanna- og heilsumálaráðið.

2) Hvat verður játtanin brúkt til ? – yvirlit ynskist, helst fyri fleiri ár Fyri 2004 er avgerð tikin um at veita stuðul soleiðis: (nakrir umsøkjarar hava fingið aðrar treytir, t.d. góðkenningar osfr., áðrenn stuðul verður játtaður. Tí kann henda, at øll játtanin ikki verður nýtt ella verður nýtt til aðrar umsóknir.)

Umsøkjarar Endamál Upphædd ( – upp til) Diabetesfelag Føroya Skeið f. familjur við børn v.

diabetis 20.000

Føroya felag móti krabbameini Stuðul til jubileumsbók 20.000 Blái Krossur – Børn í vanda Skipa fyri skeiðum v.m. fyri fólk,

sum í gerandisdegnum hava við børn við rúsdrekkamisnýtslu í familjuni

90.000

Beinta í Jákupsstovu Kanning av rekruttering av kommunupolitikarum

40.000

Blóðdonorarlið í Føroyum Gera ein film til skúlabrúks 30.000 Fosturforeldrafelagið Skeið f. fosturforeldur 15.000 Dalsgaard og Poulsen Sjálvhjálparbólkur f. børn, hvørs

foreldur eru deyð 20.000

MBF Livikorskanning 10.000

Page 13: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 13 av 21

Í 2003 varð stuðulin nýttur soleiðis:

Blindastovnurin (ljóðorðabók) 250.000 Ráðstevna um vælferðarhagtøl 60.000 Alzheimerfelagið 17.000 Fosturforeldrafelagið 20.000 Ungmannafelagið Virkið (lyfta) 70.000 Háskúlaskeið fyri menningartarnað

8.990

Diabetesfelag Føroya 20.000 Heimamissiónsfelagið 10.000 Ár teirra brekaðu - M´as Bluesband v. Jóannes Jacobsen 15.000

- Deyvafelag Føroya 15.000 - Javni 10.000 - Heilafelagið 8.444 - MBF 24.000 - Føroya Blindafelag 22.800 - Nýrafelagið 1.939 - Diabetesfelagið 10.000 - Parkinsonfelagið 18.167

21.3.01.Barnaforsorg (Lógarbundin j.) Hvørjir møguleikar eru fyri, at henda játtan lækkar ? Útreiðslurnar til barnaforsorg eru ringar at meta um. Tað, sum er sett á fíggjarlógaruppskotið fyri 2005, er tað, sum roknað verður við, at útreiðslurnar verða næsta ár. Fleiri tiltøk eru sett í verk tey seinastu árini, sum skuldi bøta um viðurskiftini hjá børnum og ungum. Til dømis bjóðar Føroya Barnaheim familjuviðgerð, og ein nýggjur stovnur, Bústovnurin fyri ung, er opnaður. Sambært Almannastovuni ber til at spara útreiðslur á forsorgarøkinum sum frá líður, jú fyrr ein barnafamilja fær góða vegleiðing og hjálp annars. Eisini vísir Almannastovan á, at einstakar loysnir eru væl kostnaðarmiklari enn skipaðar loysnir sum alment skipað tilboð. Landsstýrismaðurin hevur lagt eitt uppskot til nýggja barnaverndarlóg fyri Løgtingið. Við lógaruppskotinum er ætlanin at styrkja umsitingina av barnaverndini.

21.3.05.Stuðul til uppihaldspening (Lógarbundin j.) 1) Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um broytingar ?

Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um broytingar 21.3.08.Børn og ung (Rakstrarj.)

Til fíggjalógaruppskotið 2004 var biðið um virksemisyvirlit, tá lovaði landsstýrismaðurin, at hetta skuldi verið klárt til fíggjarlógina 2005 – er møguleiki at fáa eitt slíkt yvirlit ?

Ætlanin hevur verið at gera virksemisyvirlit, men hetta kann gerast eftir ymsum leistum. Ofta

Page 14: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 14 av 21

verða útreiðslur til leiðslu og hjálparvirksemi settar fyri seg. Hetta er ikki gjørt her, og eindarkostnaðurin verður tí hægri, enn um hetta varð gjørt. Viðvíkjandi virksemi er talið á børnum roknað út eftir, hvussu nógvar mánaðir um árið, barnið hevur verið á stovni. Eisini skal gerast vart við, at á Barnaheiminum er ein familjudeild, sum veitir familjuviðgerð. Her er øll familjan í viðgerð, meðan tað í virksemisyvirlitinum bert eru børnini, ið verða tald við. Samstundis skal vart gerast við, at játtanin til Barnaheimið ikki er býtt upp í deildir. Viðv. 2004 og 2005 verða somu tøl sum í 2003 nýtt, tá ið tað snýr seg um Barnaheimið. Viðv. Rókini verður roknað við normeraða talinum. Bústovnurin fyri ung skuldi taka fleiri ung inn í 2004, men tað sær nú út til, at tað næsta barnið flytur inn í januar 2005, og eitt aftur í februar/mars. Roknað verður við, at tað fimta barnið flytur inn á sumri 2005. Hesi tøl eru grundarlagið undir metingini í virksemisyvirlitinum. Fyri 2004 er talið í høvuðheitum tað, sum er játtað. Væntandi nýtir Bústovnurin fyri ung ikki alla játtanina fyri 2004, og eindarkostnaðurin verður tí minni.

2002 2003 2004 2005 R R J F Høvuðsendamál (tkr.): 1) Føroya Barnaheim 5.925 7.714 7.844 8.0462) Rókin 3.229 3.705 3.812 3.9063) Bústovnur fyri ung 1.760 2.839 3.615 Virksemi (tal av børnum): 1) Føroya Barnaheim 6,75 8,17 8,17 8,17 2) Rókin 4,29 4,58 5 5 3) Bústovnur fyri ung 1,67 2 4,42 Eindarkostnaður (kr): 1) Føroya Barnaheim 878 944 960 985 2) Rókin 753 809 762 781 3) Bústovnur fyri ung 1.054 1.420 818

21.3.12.Heilsufrøðisskipanin (Rakstrarj.) 1) Virksemisyvirlit ynskist ? Tað hevur ikki borið til at gera eitt virksemisyvirlit, men Meginskrivstovan fyri eldri og brekað fer at royna at fáa upplýsingar til vegar, sum verða sendar Trivnaðarnevndin seinni. 2) Henda konto er vaksin sera nógv seinnu árini – frágreiðing ?

Orsøkin til, at kontan er vaksin nógv seinastu árini, er fyrst og fremst lønarvøkstur, sum frá 2001 til oktober 2004 er á 28,39%. Vøksturin í játtanini er 34,4%. Harumframt er starvsfólkatalið økt við 1,5 heilsufrøðingi hetta tíðarskeið.

21.4.01.Dagpeningaskipanin (Lógarbundin j.)

Page 15: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 15 av 21

1)Játtanin vaks nógv í fjør, nú fellur hon aftur! – frágreiðing 2)Eindarkostnaðurin fellur frá 2004 til 2005 – hví ?

Í 2003R vórðu netto tkr. 50.954 nýttar til dagpengaskipanina, meðan 2002R vísir tkr. 52.287. Í F2004 er játtanin tkr. 52.624 og í FLU2005 er játtanin netto tkr. 50.172. Hóast verkfall í mai-juni 2003, og hóast tað, at arbeiðsgevararnir frá 1. apríl 2003 skulu afturrinda landskassanum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan rindar 1. og 2. fráverudag sambært løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., vaks útreiðslan til dagpengar nógv 4. ársfjórðing í 2003. Mett verður, at ein av høvuðsorsøkunum var ein umfarssjúka hetta tíðarskeiðið. Almannastovan metir, at nettoútreiðslan fyri dagpengar í 2004 verður tkr. 48.335, og hetta svarar til eina lækking á góðar 4 mill. kr. í mun til FL2004. Samstundis verður víst á, at í tíðum, har ið arbeiðsloysið fellur, hækka útreiðslurnar til dagpengar, meðan útreiðslurnar til dagpengar falla, tá ið arbeiðsloysið hækkar. Dagpengaútreiðslurnar fyri 2005 eru mettar til tkr. 50.172, sum er 4% hægri enn nýggja metingin fyri 2004 frá 17. august 2004. 4% svara til sáttmálabundnu lønarhækkingarnar pr. 1/10/2004, íroknað sama vøkstur fyri 4. ársfjórðing 2005. Dentur verður lagdur á, at henda framskriving byggir á somu gongd fyri arbeiðsloysið í 2005, sum í 2004. Soleiðis er talan í roynd og veru um eitt mett fall frá 2003R til metingina fyri 2004, og ein mettan vøkstur frá 2004 til 2005, sum í høvuðsheitum stavar frá lønarhækkingum. Við støði í nýggju metingini fyri 2004, sum metingin fyri 2005 byggir á, minkar eindarkostnaðurin sostatt ikki.

21.6.01.Serforsorg (Rakstrarj.) 1) Vøksturin frá 2001 til 2005 nærum 50 pct. – frágreiðing ! Lønarvøksturin hevur verið stórur tey seinastu árini. Harumframt hevur Serforsorgin sett nógv nýtt virksemi í gongd tey seinastu 5 árini. Sambýlið í Stoffalág, Heim fyri heilaskadd inni á Gøtu, Autistaheimið í Klaksvík, Umlætting fyri autistar í Klaksvík, uppnormeringar í búplássum í Runavík. Sambýlið í Pætursgøtu og Smærugøtu byrjaði í 2000, men bert við 1-2 brúkarum. Økt virksemi á verkstøðunum osfr. Í fíggjarlógini 2004 hevur Serforsorgin harumframt fingið 2 mill. kr. til bráðfeingis tørv, og 2 mill. kr. til serligan tørv. 2) Nevndin ynskir serliga eina frágreiðing um vøksturin á U.konto 26 ! Bústaðar- og virknisdeildin fyri sinnisveik varð sett á stovn í 2002, og fyrireikingararbeiðið byrjaði. Av tí at leiðarin fyri deildina fór úr starvi, steðgaði arbeiðið upp, og tí varð onki sambýli ella virknishús sett í gongd, og roknskapartølini vísa, at bert ein partur av játtanini bleiv brúktur, tilsamans kr. 7.833.688 í 2003. Undir deildini liggja nú Sólteigur, Eysturstrætið, Vistarheimið og Nýggja Sambýlið á Fobbakletti í Sandavági. Vart verður gjørt við, at roknskapartølini fyri 2001 og 2002 bara umfata roknskapartølini fyri Vistarheimið, sum fyrr lá undir høvuðskontu 21.6.04. Eldrarøkt. 3) Manglandi virksemisyvirlit til nakrar undirkontur ynskist !

Viðvíkjandi virksemisyvirliti verður her eitt fyri undirkontu 21 stovnsuppihald í Danmark. 2002 2003 2004 2005 2006

Page 16: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 16 av 21

R R J F Æ Høvuðsendamál (1.000 kr.) Stovnsuppihald í Danmark 19.047 20.096 21.046 18.596 18.596 Virksemi (tal) Stovnsuppihald í Danmark 30 29 28 26 26 Eindarkostnaður (kr.) Stovnsuppihald í Danmark 634.900 692.966 751.643 715.231 715.231 Viðvíkjandi undirkontu 22,23 og 24 verður arbeitt við at útvega upplýsingarnar til seinni. Viðvíkjandi undirkontu 27. Heim fyri heilaskadd, er virksemi ikki komið so langt, at stórvegis høpi er í at gera eitt virksemisyvirlit.

21.6.02.Bústovnar o.a. (Løguj.) 1) Til fíggjalógarviðgerð 2004 upplýsti landsstýrismaðurin fyri trivnaðarnevndini ætlanir um

keyp av húsum – eru hesar ætlanir gjøgnumførdar ? Húsið til dagstovnin inni í Rók varð keypt á sumri 2004. 40 til 50 seingjarpláss av teimum 70, sum eru til taks á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, verða nýtt til sjúklingar, sum ikki longur hava tørv á at vera innlagdir. Fyri at fáa eina loysn á hesari óhepnu støðu hevur í seinastuni eitt støðugt arbeiði verið gjørt fyri at seta á stovn eina økispsykiatri, og fyri at skipa eina sosialpsykiatri, ið verður tætt knýtt at sjúkrahús- og økispsykiatriini. Avgerð er nú tikin um, hvussu sosialpsykiatriin verður skipað í framtíðini, og næsta uppgáva á hesum økinum verður at keypa eitt sambýli til sálarsjúk fyri tær 2 mió. kr., ið settar eru av til endamálið í 2004. Hús verða keypt í november í ár, soleiðis at nakrir av sjúklingunum, ið ikki hava tørv á at verða innlagdir á Psykiatriska deplinum, kunnu flyta inn í hetta sambýli í 2005.

21.6.04.Eldrarøkt (Rakstrarj.) 1) Vøksturi á játtanini á U.konto 20. er Mkr. 12 - frágreiðing 2,6 mió kr. er lønarframskriving av verandi virksemi innan røktarheimini. 9,8 mió kr. eru settar av til virksemi, sum farið er undir í 2004 (Tjarnargarður + dagtilhald á Tjarnagarði) umframt virksemi, sum farið verður undir í 2005 (Vallalíð). Harumframt eru inntøkurnar øktar við umleið 0,8 mió kr., sum er gjald fyri umlætting. 2) Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin innan hetta økið – vøksturin kan ikki halda fram,

eru ikki aðrir møguleikar, ið eru minni kostnaðrmiklar ? Landsstýrismaðurin heldur at hetta økið hevur verið forsømt í nógv ár. Sjálvt um nógv pláss eru komin, og fleiri verða útvegað í 2005 og 2006, nøktar tað als ikki tørvin, sum er kring landið. Landsstýrismaðurin ætlar tí at leingja heimildina til at geva kommunum stuðul til íløgur við ein broyting í Ll. Nr. 70 frá 2. mai 2005. At veita stuðul til íløgur, merkja størri útreiðslur til rakstur.

3) Hevur landsstýrismaðurin gjørt framskrivingar longur fram enn 2006 ?

Landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt framskrivingar longur fram enn 2006. Gjørt verður vart við, at framskrivingarnar fevna um tað nýggja virksemið, sum verður sett í verk í 2005 og í 2006. Við verandi upplýsingum átti 2006 at verið framskrivað við 23.592 tkr. í staðin fyri 20.669 tkr., sum

Page 17: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 17 av 21

tað er í FLU 2005. Í tekstinum stendur, at 30 búpláss eftir ætlan verða útvegað í 2005. Hetta talið eiga at vera 16, og verður hetta saman við framskrivingunum fyri 2006 rættað í broytingaruppskotinum. Eingin ivi er tó um, at øktar útreiðslur eisini verða í 2007 av virksemi, sum farið verður undir í 2006.

21.6.10.Ansingarsamsýning (Lógarbundin j.) 1) Vísandi til 21.6.04. so er hetta ein møguleiki at minka vøksturin á 21.6.04 – hevur

landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um hetta ? Landsstýrismaðurin hevur ikki ætlanir um broytingar í skipanini av samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, soleiðis at vøksturin innan eldrarøktina annars kann tálmast. Í septembur 2004 varð kunngerð um umsiting av lógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima sett í gildi. Henda kunngerð staðfestir verandi siðvenju/heimild í § 1 stk. 2 í lógini, har ásett er, at samsýning er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón fyri støk, sambært almannapensjónslógini.

21.6.23.Dagstovnar fyri børn við serligum tørvi (Rakstrarj.) 1) Nevndin ynskir nærri frágreiðing um U.konto 21. Serdagstovnur !

Hesin spurningur verður svaraður seinni í vikuni.

21.7.01.Vanlig forsorg (Lógarbundin j.) 1) Smb. konto 21.6.23 fer størri parturin av teimum Mkr. 3,6 av U.konto 04. Meirútreiðslur

brekað barn – hví veksur hendan u.konto so við Mkr. 7 ? Meirútreiðslur brekað barn eru framskrivaðar til 2005 við lutfalsliga vøkstrinum millum 2003 og 2004. Í høvuðsheitum stavar vøksturin frá øktum kunnleika til møguleikan at taka ímóti veitingum vegna brekað barn, og frá áhaldandi øktari tilvitan um rættindini, eins og tað, at fleiri kostnaðarmikil viðgerðartilboð uttanlands verða brúkt. Samstundis eru lønir á hesi konto frá 2001 til 2003 hækkaðar við 32%, meðan tilskot til einstaklingar er hækkað við 52%. Talva: Meirútreiðslur brekað barn, bólkað eftir standarkonto

R2001 R2003 Broyting Veiting (tkr.) (tkr.) (%) Lønir 12.239 16.147 +32 Tilskot til einstaklingar 13.166 20.040 +52 Annað 268 263 -2 Í alt 25.673 36.450 +42 Samstundis er orsøkin til ein part av vøkstrinum í meirútreiðslunum fyri brekað børn, at Almannastovan í 2003 broytti siðvenju, soleiðis at útreiðslurnar til stuðlar hjá brekaðum børnum í Tórshavnar Kommunu verða bókaðar á hesi kontu. Frammanundan varð útreiðslan bókað á kontuni fyri barnaforsorg, tilmæli frá barnaverndarnevndum osfr.. Í 2003 var talan um 5,4 mió. kr.

Page 18: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 18 av 21

2) til fíggjalóg 2004 segði landsstýrismaðurin seg ætla at fylgja játtanarreglunum vv. løn á lógarbundnari játtan og fáa lønarútreiðslurnar á u.konto 04. á serstaka rakstrar konto – hvussu gongst við hesari ætlan ?

Ætlanin er at flyta tey stuðulstiltøk, sum eru játtað sum fortreyt fyri, at eitt barn kann brúka eitt kommunalt ansingartilboð, til kommunurnar at fyriskipa og gjalda. Lógaruppskot er á veg um broyting í § 5 í Dagstovnalógini, so hon fevnir um hesa skipan. Ætlanin er at broyta umsitingina av játtanum av stuðulstiltøkum til brekað børn smb. forsorgarlógini soleiðis, at hesi frameftir verða veitt av einari Stuðulsfólkaskipan á Almannastovuni við egnari rakstrarjáttan. Hendan broyting verður ætlandi framd í sambandi við, at aðrar broytingar í lógarheimildunum viðv. tænastuni til brekað børn verða gjørdar.

3) eindarkostnaðurin fyri meirútreiðslur brekað barn er frá 2001 til 2005 vaksið við nærum

90 pct. – frágreiðing Viðvíkjandi eindarkostnaðinum er talan tíverri um skert hagtalsgrundarlag yvirhøvur. Ein partur av veitingunum verður fluttur umvegis viðskiftafólkaskipanina (VFS), meðan ein annar partur verður goldin beinleiðis umvegis FSL: Serliga rokningar frá kommunum, apotekum og lønarútgjaldingar. Hóast rokningarnar eru greinaðar á viðskiftafólk, verða tær bókaðar sum ein samlibóking í FSL, tí í dag er VFS og t.d. samstarvið við kommunur hesum viðvíkjandi ikki ment til at rinda talgildaðar rokningar býttar á viðskiftafólk. 4) eindarkostnaðurin til stakútreiðslur er frá 2001 til 2005 nærum trýfaldaður – frágreiðing

Fyri stak- og sjúkuútreiðslur er talan tíverri um skeiv hagtøl fyri tøl av persónum í R2001 og R2002. Í FLU2005 standa 304 og 511 fyri ávikavist R2001 og R2002, meðan rættaru tølini eru ávikavist 318 og 314. Harvið hækkar eindarkostnaðurin við 164%, og talan er sostatt ikki um eina trýfaldaða upphædd frá 2001 til 2005. Talva: Stak- og sjúkuútreiðslur, eindarkostnaður

R2001 R2002 R2003 F2004 Æ2005 (tkr.) (tkr.) (tkr.) (tkr.) (tkr.)

Stak- og sjúkuútreiðslur

4.673 8.793 9.857 7.373 12.369 Talan hevur seinastu árini verið um eitt rák, sum hevur havt við sær, at eitt nú klænkiviðgerðir og avvenjingaruppihald uttanlands eru vaksandi.

21.8.06.Umsorgararbeiði (Lógarbundin j.) Til fíggjalógarviðgerðina 2004 segði landsstýrismaðurin at feilurin, at henda konto var lógarbundin, skuldi verða rættaður – hevur landsstýrismaðurin slept hesi ætlan ? Landsstýrismaðurin hevur ikki slept hesi ætlan. Nýtt uppskot til løgtingslóg um umsorgararbeiði verður lagt fyri løgtingið í næstum. Lógaruppskotið verður lagt fyri á landsstýrisfundi í viku 43. Um lógin fer í gildi, verður við eykajáttan søkt um at broyta játtanarslagið samstundis, so tað verður ein stuðulsjáttan í staðin fyri at vera ein lógarbundin játtan (Onnur játtan).

21.8.13.Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin j.)

Page 19: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 19 av 21

Hví minkar eindarkostnaðurin ? Í dag sæst ein minni vøkstur í talinum av pensjónistum enn væntað. Tí verður metingin av talinum av ymiskum persónum fyri 2004 broytt til 3.659, og sostatt verður talan um ein vøkstur frá 2004 til 2005, og ikki um eina minking. Talva: Viðbót til ávísar pensjónistar, eindarkostnaður

F2004 Æ2005 Viðbót til ávísar pensjónistar (tkr.) (tkr.) Eindarkostnaður 4.788 4.799 22.1.01. Rentustudningur til húsabygging (Lógarb. Játtan) 1) Virksemisyvirlit Rentustudn. (í 1000 kr. ) 2001 2002 2003

Tilskrivaður renstustuðul 596 850 1.055

Afturførdur rentustuðul 1.286 364 164

Renstustuðul netto - 690 486 891

Rentustudningur til samansparing

2001 2001 2002 2002 2003 2003

Tal av kontum Innist. Uppgjørt Tal av kontum Innist. Uppgj Tal av kontum Innist. Uppgjørt

uppgjørt 19/06-2003 uppgjørt 25/02-2003 uppgjørt 31.12.2003

19.6.2002 í 1000 kr. 25.2.2003 í 1000 kr. 31.12.2003 í 1000 kr.

Fingið rentustuðul 721 28.392 780 32.764 988 42.627

Ikki fingið rentustuðul 60 3.677 62 3.394 56 2.836

Kontur í skipanini íalt 781 32.069 842 36.157 1.044 45.463 22.5.01. Lán til Húsalánsgrunnin 1) Á hvørjum ári verður á fíggjarlógini søkt um eina inntøku, men tá roknskapurin so kemur, eru eisini útreiðslur á hesi kontu. Hetta tykist at vera í ósamsvari við játtanarreglurnar, tí talan er ikki um nettojáttan til hesa kontu. Nærri frágreiðing um hetta ynskist og serliga um útreiðslurnar. Sambært upplýsingum frá Føroya Gjaldstovu er hetta ein bókingarvilla, at rentutilskrivingar skulu verða útreiðsluførdar á hesa kontuna. Føroya Gjaldstova hevur avtalað við landsgrannskoðanina, hvussu hetta verður bókað í 2004.

Svar til Trivnaðarnevndina um niðurlagdar tænastur á Suðuroyar sjúkrahúsi Hvat er ætlanin við økispsykiatriskari tænastu í Suðuroynni? Verður hon tøk í oynni ella skal mann ferðast norður um fjørð fyri at fáa hjálp? Í áttatiárunum varð farið undir at byggja upp eina økispsykiatriska skipan í Føroyum, men arbeiðið steðgaði fá ár eftir, einamest av fíggjarligum ávum. Síðani tá hevur ongin formlig økispsykiatrisk skipan verið í Føroyum. Í Føroyum verður í løtuni arbeitt við at seta eina ambulanta/økipsykiatriska skipan á stovn. Í hesum sambandi er júst sett á stovn eitt ambulant/økispsykiatriskt toymi til ambulanta viðgerð av sjúklingum, sum ikki hava tørv á innlegging, og til eftirviðgerð av áður innløgdum. Ætlanin er, at

Page 20: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 20 av 21

hetta toymi m.a. skal arbeiða úti í økjunum, eisini í Suðuroynni. Fyribils verður toymið sett saman av tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og einum sosialráðgeva, sum verða skúlað innan økið. Ein yvirlækni á deplinum fær tó ábygdina av viðgerðini. Fylgjandi tænastur/funktiónir eru stillisliga horvnar av Suðuroyar Sjúkrahúsi:

- røntgenlækni (vitjaði uml. 14. hvønn dag), - medisinskur yvirlækni (vitjaði 1 ferð pr. mnð., - eygnalækni (vitjaði uml. 1 ferð pr. mnð.), og - oyrnalækni (vitjaði uml. 1 ferð pr. mnð.).

Hví vórðu framman fyri nevndu tænastur niðurlagdar? Røntgenlækni Orsøkin til, at røntgenkonsulenttænastan til Suðuroyar varð niðurløgd frá 1. juli 2003 er ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið og FAS (Foreningen af Speciallæger), har partarnir eru ósamdir um, hvørji viðurskifti skulu verða galdandi viðvíkjandi konsulenttænastu til Suðuroyar. Ósemjan snýr seg um, í hvønn mun ásetingar í sáttmálanum skulu verða galdandi ella í hvønn mun talan er um eina siðvenju at røkja tænastuna, hóast hon ikki kann røkjast innanfyri tíðarskeiðið mánadag – fríggjadag kl. 8-15, sum er ásett í galdandi sáttmála. So leingi sum ongin nýggj avtala við Fíggjarmálaráðið er fingin uppá pláss, noktar FAS limun sínum at røkja tænastuna uttanfyri áðurnevnda tíðarskeið. Málið hevur verið uppi fleiri ferðir, men tíverri er enn ongin loysn funnin. Nú røkist tó fyri einari loysn. Partarnir hittast aftur 19.10.04. Vónandi verður ein avtala millum Fíggarmálaráðið og FAS undirskrivað, soleiðis at konsulenttænastan aftur kemur í rætt lag. Medisinskur yvirlækni Konsulenttænastan við medisinskum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi steðgaði fyri fleiri árum síðani, tí Landssjúkrahúsið ikki hevði resursur til at veita hesa tænastu. Eygnalækni og oyrnalækni Viðvíkjandi oyrna- og eygnalæknatænastuni, ið hevur verið í Suðuroy, er talan so at siga um eina tænastu, ið ikki hevur verið veitt í sjúkrahús regi. Talan er um privatar sjúklingar, ið eru ávístir frá kommunulæknanum í oynni. Hvat er gjørt fyri at varðveita/seta í verk aftur tænasturnar? Tað er serliga røntgentænastan ið hevur stóran týdning fyri Suðuroyar sjúkrahús. Í hesum sambandi hevur Almanna- og heilsumálaráðið heitt á Landssjúkrahúsið um at taka upp aftur tænastuna, til nýggj avtala er undirskrivað, men orsakað av ósemjuni millum FAS og Fíggjarmálaráðið hevur tað tíverri ikki eydnast at taka upp aftur tænastuna enn. Hvat er gjørt fyri at kanna, hvørjar sertænastur, t.d. skurðviðgerðir, kundu verið lagdar á Suðuroyar Sjúkrahús? Fyri at fáa sjúkrahúsverkið betri skipað í Føroyum er ein arbeiðsbólkur settur, har millum annað tær tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar eru umboðaðar. Arbeiðsbólkurin skal endurskoða virksemið í sjúkrahúsverkinum og lýsa økið og í hesum sambandi koma við tilmæli um, hvussu vit gagnnýta sjúkrahúsini og útgerðina optimalt, m.a. við at økja munandi um samstarvið og samskipanina av

Page 21: ALMANNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ - Løgting sent til...Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. oktober 2004 J.Nr.: 0.31-200400293/68 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Síða 21 av 21

sjúklingaviðgerðum í tann mun, tað er møguligt. Í hesum sambandi skal bólkurin eisini koma við uppskoti um, hvørjar funktiónir/tænastur eiga at verða á Suðuroyar Sjúkrahúsi í framtíðini. Málið má varða at gagnnýta íløguna í Suðuroyar Sjúkrahús optimalt? Málið er sjálvandi at gagnnýta íløguna í Suðuroyar Sjúkrahús á besta hátt. Hvat er lækkaða tænastustøðið á Suðuroyar Sjúkrahúsi grundað á - politiskar og/ella umsitingarligar avgerðir? Um mett verður at tænastustigið á Suðuroyar Sjúkrahúsi er lækkað, er tað fyrst og fremst grundað á sáttmálaósemju og manglandi ressursur á læknaøkinum. Frágreiðing ynskist hvat ætlanin er framyvir við tænastum á Suðuroyar Sjúkrahúsið - hvørjar skulu verða og hvørjar skulu hvørva? Fyrst og fremst er ætlanin at fáa røntgenkonsulenttænastuna aftur í rætt lag. Vónandi verður ein avtala millum Fíggarmálaráðið og FAS skjótt undirskrivað, soleiðis at hetta letur seg gera. Tá ið tilmælið frá arbeiðsbólkinum verður latið til landsstýrismannin, er ætlanin at viðgera tilmælið við tí fyri eyga at fáa sjúkrahúsverkið betur skipað í Føroyum og í hesum sambandi taka avgerð um, hvørjar funktiónir/tænastur skulu verða á Suðuroyar sjúkrahúsi. Diabetis ambulatorium í Klaksvík og Tvøroyri Eru tær góðar 160.000 til diabetes amb. nokk til at røkja hesa tænastu? 168 tkr. eru settar av til eitt diabetes-ambulatorium í Suðuroy. Av tí at virksemið ikki byrjar fyrr enn 1. mai 2005, verður mett, at játtanin er nóg stór. Játtanin er ásett sambært álitinum um viðgerðarviðurskifti hjá sjúklingum við typu diabetes 2.